Hjartamál 5/5: Veruligt frælsi
Frælst fólk, kappingarført vinnulív og rættartrygd
Alt ov leingi hava vit latið frælsi vera ein spurning um at sleppa undan at viðgera tey torføru málini. Vit hava latið frælsi vera ein spurning um framíhjárættindi og serskipanir í politisku avgerðunum, heldur enn at skipa eitt samfelag við rættartrygd og opinleika, har fólk og vinna hava somu møguleikar at virka, velja og verða vird.
Alt ov leingi hava vit latið politikarar ásett okkara rættindi frá valskeiði til valskeið við skiftandi lógum og fyristingarligum avgerðum. Og alt ov leingi hava vit latið politisku skipanina spælt vinnulívsfólk, ið áseta hvørjar vinnur, ið skulu hava lív lagað.
Men eitt samfelag, ið ikki gevur øllum borgarum somu frælsisrættindi og skapar álit á rættartrygd og grundleggjandi kørmum at virka undir, elvir til ótta og vantandi álit millum fólk um framtíðina.
Nú fara vit undir at skipa lóg og landaskil. Nú rudda vit í lóggávu, skipanum og fyrisiting, og skapa grundleggjandi og varandi rættarkarmar fyri veruligum frælsi hjá okkum øllum í einum væl virkandi fólkaræði.
Tjóðveldi hevur m.a. hesi mál:
Frælst vinnulív og jøvn kapping
- Seta greiðar linjur millum alment og privat
- Seta í verk uppskotið hjá Tjóðveldi um almenna tilfeingisbúð við marknaði fyri fiskirættindi, alirættindi og nýtslu av øðrum almennum tilfeingi, har inntøkur av sølu fella til landið
- Kreppuloysnir og serskipanir, ið forða vøkstri og kappingarføri skulu niðurlagast yvir ávíst áramál uttan at gera seg inn á rættindi hjá borgarum.
Fiskivinnupolitikkurin eftirmetast
- Veiðitrýstið undir fiskidagaskipanini skal eftirmetast og regulerast, stovnsrøktini at frama.
- Kanningar av umhvørvisavleiðingum á korall-økir skulu gerast og neyðug tiltøk setast í verk.
Íverksetan og nýskapandi vinnulív
- Tað almenna skapar karmar og eggjar til íverksetan og nýskapandi vinnur.
- Tryggjast skal, at tað er lætt at seta á stovn nýggj virki.
Persónligt frælsi
- Borgararættindi, skyldur, frælsisrættindi og mannarættindi verða ásett í grundlóg og í dagførdari sivilrættarligari lóggávu
- Lógirnar um ómynduggering, verjar og tvingsil verða dagførdar.
- Minnilutabólkar verða vardir.
Rættartrygd hjá øllum borgarum
- Lógarupprudding við atliti til rættartrygd.
- Víðfevnt alment innlit í almennu fyrisitingina.
- Greiðar avleiðingar av skeivari fyrisiting verða tiknar.
- Brúkararaumboðsmaður verður settur á stovn.
- Føroyska dómsvaldið og fyrisitingarligar avgerðir verða regluliga dygdarmettar av altjóða stovnum.
Fakliga styrkt almenn fyrisiting
- almenna fyrisitingin verður eftirmett og endurskoðað til tess at styrkja fakligu økini – m.a. við eini fakligari nøgdsemiskaning millum starvsfólk.
Javnstøða
- Hagtøl og gransking um javnstøðumál
- Javnstøðupolitikkur fyri alt samfelagið