Sterkt vinnulív byggir land

Vinnulívið er bulurin í samfelagnum, sum tryggjar inntøkur, arbeiðspláss, vøkstur og vælferð. Vinnulívið skal hava kendar og góðar karmar, so tað kann vaksa seg sterkari.


Bert ein sterk tjóðskaparrørsla lyftir Føroyar framá.


Hon hevur gjørt tað áður – og hon fer at gera tað aftur.


Lat valið snúgva seg um eina veruliga kós fyri Føroyar.

 

 

Allar vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir

 

Útbjóðing av almennum arbeiði skal vera gjøgnumskygt og skapa javna kapping

 

Treytir skulu setast almennum útboði um, at virðisøking verður skapt í Føroyum og føroyskir sáttmálar hildnir

 

Matvørumenning skal uppraðfestast, so vaksast kann um útflutningin

 

Ferðaráð Føroya skal miðvíst marknaðarføra Føroyar og menna ferðavinnuna kring landið

 

Tætt samstarv skal skipast millum vinnuna og almennu granskingarstovnarnar


Okkara fiskivinnupolitikkur:

 

Semja skal beinanvegin gerast um nýggja skipan fyri fiskivinnuna at tryggja burðardygd og lønsemi

 

Spekulasjón við fiskiloyvum og strámannavirksemi skal basast

 

Brúksskylda skal setast í verk, so latin rættindi verða gagnnýtt

 

Eitt sterkt samráðingartoymi skal skipast at vinna Føroyum tilfeingisrættindi og nýggjar handilssáttmálar