Hjartamál 4/5 – Ríkt umhvørvi

Hjartamál 4/5: Ríkt umhvørvi

Vit hava skyldu at virða okkara ríka umhvørvi

 

Umhvørvi er lívsgrundarlagið

Alt ov leingi hava vit latið umhvørvismál verið ein trupulleika hjá okkara eftirkomarum at taka sær av, heldur enn ein ríkur arvur, ið vit lata frá okkum. Hóast vit eru tjóð, sum er so nær tengd at náttúru, umhvørvi og veðurlagi, hava vit runnið undan okkara ábyrgd, heldur enn at ganga undan sum fyrimynd og seta okkum sjálvum hægstu krøv.

 

Í dag er umhvørvis- og orkupolitikkur mest týðandi altjóða avbjóðingin hjá øllum heimsins tjóðum. Tey lond, ið megna at reka ein burðardyggan umhvørvis- og orkupolitikk og fylgja støðugt strangari altjóða krøvum, fara at mennast. Meðan tey lond, ið ikki megna at leggja á annan bógv innan umhvørvi og varandi orku, eru í vanda fyri at detta burturímillum. Krøvini herðast longu nú, og váttanir um burðardygga og náttúruskynsama framleiðslu gerast treyt fyri útflutningi og samhandli.

 

Nú fara vit at gera upp við líkasæluna og seta okkum hægstu mál fyri umhvørvi, orku og tilfeingisnýtslu.

 

Tjóðveldi vil fremja:

 

Hægstu altjóða umhvørviskrøv
-          Vit ganga undan at binda okkum til altjóða sáttmálar og taka virknan lut í nýggjum og herdum sáttmálum

-          Savna londini kring Norðuratlantshav um burðardygga tilfeingisnýtslu, umhvørvismál og gransking í veðurlagdsbroytingum

-          Gera felags umhvørvistilbúgving millum londini í Norðuratlantshavi og áseta loðsskyldu og trygdarkrøv fyri skipaferðslu.

-          Bjóða Føroyar fram sum royndar- og granskingarøki fyri grøna tøkni og varandi orkukeldum.

-          Tiltøk at fremja umlegging til reina orku fyri húsarhald og vinnuna

 

Krøv og upplýsing um orkunýtslu og orkusparing
-          Almennar byggisamtyktir skulu áseta krøv um orkusparing.

-          Upplýsing um orkusparandi tiltøk og umleggingar av orkunýtslu skulu gerast.

-          Krøv skulu setast um at allir almennir nýbyggningar eru orkuvinarligir.

-          Ítøkilig mál verða sett fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku.

 

Landsplanlegging fyri náttúruvarðveitslu og -nýtslu
-          Áseta økir í landinum til landbúnað, ídnað, orkuframleiðslu, oljugoymslur, rusk, náttúrufriðing, tjóðarlundir v.m.

-          Nýggj náttúrufriðingarlóggáva.

 

Lívfrøðiligt margfeldni
-          Umhvørvisstovan, Fiskirannsóknarstovn, Búnaðardepil, Fróðskaparsetur o.a. skulu samstarva og styrkja gransking og skjalfesting av lívfrøðiliga margfeldninum í Føroyum.

-          Seta tiltøk í verk at forða fyri jarðlopi (erosión) í landslagnum og týning av plantuvøkstri og djóralívi

 

Herd krøv til tilfeingisnýtslu og revsing fyri dálking í Føroyum
-          Gjøld skulu latast fyri vinnuligari nýtslu av almennum tilfeingi.

-          Krøv skulu setast um at gagnnýta alt tilfeingi í vinnuligari nýtslu.

-          Harðar revsitreytir skulu setast fyri dálking hjá bæði einstaklingum, stovnum og fyritøkum.

 

Arbeiðsumhvørvi og umhvørvi hjá børnum og ungum
-          Rættur til at virka í einum heilsugóðum og mennandi umhvørvi í gerandisdegnum skal ásetast við lóg.