Tjóðarbygging

Føroyska tjóðin verður ikki bygd bert við politiskum avgerðum á tingi og í landsstýri. Tjóðarbygging verður framd á øllum samfelagsøkjum, har orðaskifti er, avgerðir verða tiknar, og mál og mið verða sett fyri framtíðina – har fólkaræðið er.

Tjóðveldispolitikkur verður framdur í øllum samfelagsins lutum:

* í dagligum verki og allastaðni, har fólk samvirka um felags mál

* í mentanararbeiði, sosialum arbeiði, fakfeløgum, vinnufeløg-um og áhugafeløgum

* í ungdómspolitikki – bæði innanlands og í altjóða samstarvi

* í politiskum starvi og tiltøkum í lokalfeløgum floksins og Unga Tjóðveldinum

* í kommunalpolitikki – lokalt og í felagskommunalum starvi

* í landspolitikki – á tingi og í landsstýri

* í altjóða politikki – í norðurlendskum samstarvi og politiskum samstarvi við flokkar og felagsskapir í øðrum londum.