Umstøðurnar fyri bókaútgávu, føroyskt kunningartøknistilfar, mentanarstovnar og listafólk skulu betrast munandi.
Tjóðveldi vil fremja hesi ítøkiligu tiltøk:
* Eitt óheft Mentanarráð Føroya verður sett á stovn við fjølbroyttari umboðan úr mentanarlívinum – frá ítrótti og frítíðarfeløgum til rithøvundar, tónleika- og málningalist o.s.fr. Mentanarráð Føroya skal gera árligar metingar og tilráðingar um føroyskan mentanarpolitikk, á sama hátt sum Búskaparráðið ger um búskap.
* Farið verður at byggja og skipa Tjóðleikpall Føroya, sum skal gerast karmur um bæði leiklist og tónleik á professionellum stigi, og sum samstundis skal stuðla áhugaleiki. Til pallin skulu knýtast fólk við neyðugum tekniskum og listarligum førleikum.
* Lista- og tónleikaskúli verður settur á stovn.
* Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipað sum sjálvstøðugir stovnar og stuðlaðir fíggjarliga til burturav at framleiða føroyskt og føroyskað tilfar og at goyma mynda- og ljóðsøvnini fyri tjóðina. Stovnarnir eiga at virka sum miðlahús, har royndir við margmiðlum og samstarv við privatar framleiðarar verða skipað.
* Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av elektroniskum tilfari á føroyskum verður styrkt munandi. Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari, og stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum, spølum, teldu-forritum o.s.fr. Harafturat skal stuðulin til orðabókagerð økjast.
* Fornminnapolitikkurin verður styrktur, soleiðis at fornminni kunnu friðast og varðveitast, men samstundis verða partur av eini livandi mentan í lokaløkjunum, eitt nú við at stuðla lokalt fornminnisarbeiði. Samsvarandi hesum endamáli skal friðingar-lóggávan endurskoðast og neyðuga arbeiðið at skráseta øll fornminni í Føroyum gerast sum skjótast
* Tónleikalívið verður ment við undirvísing, verkætlanum fyri spælistøð og møguleikum fyri føroyskum tónleikaútflutningi.
* Børn og vaksin, sum uttanífrá koma at virka og starvast í Føroyum, fáa bæði undirvísing og mentanartilboð á føroyskum.
* Ítøkilig stig verða tikin til at skapa betri umstøður fyri tann føroyska dansin, bæði innan skúlagátt og í felagslívinum.