Vælvirkandi lokalsamfeløg eru grundarlagið undir livandi mentan. Arbeiði og frítíð skulu kunna sampakka, og karmar skulu vera fyri felags virksemi.
At fara í fjørðin, bøin og hagan, og at gera annað innløgu-arbeiði eru rættindi, sum øllum skal standa í boði. Felagslív, ítróttur, trúarlív, kvøldskúlar o.a. eru somuleiðis grundarlag undir mentanararbeiðinum í gerandisdegnum.
* Allar kommunur í landinum eiga at hava ein greiðan mentanar- og trivnaðarpolitikk.
Landspolitiskt stuðla hesi mál mentanarlívinum á staðnum:
* Allir mentanarstovnar í Føroyum skulu - í mest møguligan mun - virka á tann hátt, at hóast teir hava høvuðsstøð í einum plássi, eru deildir, deplar ella samskipað virksemi kring alt landið.
* Skúlar og bókasøvn kring landið skulu í størri mun gerast miðstøðir fyri mentanarlívinum á staðnum.