Børn og ung hava rættindi til mentanarlig tilboð, ávirkan og virkna luttøku í samfelagnum.
Tjóðveldi virkar fyri:
* at kommunur orða sín egna barna- og ungdómspolitikk, við denti á fjølbroytt mentanartilboð - herímillum ungdómshús og dansistøð, har børn og ung sjálv fáa ábyrgd at skipa fyri
* at arbeiðsmarknaðarlóggávan tryggjar børnum og ungum skipað arbeiðsviðurskifti
* at næmingar fáa umboðan í skúlastýrum
* at børn fáa tilboð um barnagarð eftir 1 ár
* at børn og ung verða hoyrd og fáa innlit í politisku skipan-ina, eitt nú við regluligum barna- og ungdómstingi, har Løgtingið í samstarvi við skúlaverkið verður latið til børn og ung at skifta orð um og viðgera samfelagsstøðuna
* at karmarnir um barna- og ungdómsfrítíðarvirksemi – eitt nú ítrótt og skipaðir barna- og ungdómsfelagsskapir – gerast alsamt betri, serstakliga við atliti at tí virksemi, ið ikki hevur hóskandi karmar í dag.