Týdningarmesta tilfeingi hjá tjóðini er vitanin og førleikin hjá hvørjum einstøkum. Vit eiga tí at seta okkum sum mál at hava millum best útbúnu fólk í heiminum.
Tjóðveldi virkar fyri munandi øktum íløgum í útbúgving og gransking og miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og granskingarverkinum.
Hetta verða gjørt við útbúgvingarskipan, sum er ókeypis fyri øll, og við eftirútbúgvingum og granskingarframtøkum í sam-starvi millum vinnulívið og tað almenna.