Mentanin er sjálvt grundarlagið undir tjóðini og lívinum hjá hvørjum einstøkum. Mentan er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan er at skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan er at ala tey virði, sum geva okkum meining.
Føroyskt mál og føroysk mentan hava ment seg við miðvísum stríði og fótað sær móti øllum forsøgnum í nútímans samfelag-num. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Tjóðveldi vil reka ein miðvísan mentanarpolitikk, ið leggur dent á:
* at vit komandi árini dubba okkum mentanarliga til tess at møta nýggju avbjóðingunum
* at vit sum lítil tjóð nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentamál, sammett við størri lond
* at bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiði, men at tað nælir og veksur á frælsum grundarlagi
* at samstarv er millum ta livandi mentanina í gerandisdegnum og tað skipaða mentanararbeiðið, ið áhugafeløg, mentanar-stovnar og listafólk útinna.