Hjartamál 2/5 – Okkara samleiki

 

  

Vit vilja styrkja okkara samleika og sjálvsvirðing

 

Hjartamál 2/5: Okkara samleiki

 

Samleiki og mentan eru grundarlagið fyri framburði

Alt ov leingi hava vit latið samleika og mentan verið hjáputur í politisku raðfestingunum. Vit hava dúvað uppá tær eldsálir, sum ímóti øllum forsagnum og fíggjarvánum, sjálvboðin hava ment okkara mál, skapandi listargreinar, felagslív, ítrótt, mentanararv og mentanarstovnar. 

 

Men samleiki og mentan er sjálv drívmegin og sálin, ið skapar okkum sum menniskju og sum fólk. Samleiki og mentan gevur okkum styrki og er grundarlagið fyri øllum framburði í samfelagnum. Samleiki og mentan eru ikki óneyðug útreiðsla, men skapar okkum sjálvsálit, inntøkur og vinnumøguleikar so vit mennast sum einstaklingar og tjóð.

 

Okkara dugnaligu ítróttar-, listafólk og vinnulívsfólk – og vit føroyingar sum heild – skulu ikki noyðast at ganga undir øðrum samleika og merki, tá vit kappast og virka úti í heimi.

 

Nú gera vit íløgur í mentan og fara miðvíst at styrkja okkara samleika. Vit skulu vera errin av okkara mentanararvi og støðugt menna og nútímansgera okkum.

 

Tjóðveldi vil:

 

Ein veruligan mentanarpolitikk:
-          Greiðar øg øktar íløgur í skapandi virksemi: bókmentir, tónleik, sjónleik, myndlist, sjálvbodnar felagsskapir og ítrótt.

-          Málpolitikkur setast í verk beinanvegin.

-          Skipa eitt veruligt føroyskt kringvarp, ið fær trygt fíggjarligt grundarlag at framleiða og senda føroyskt og føroyskað tilfar burturav og at røkja uppgávuna sum fremsti mentanarberi og óhefti samfelagsmiðil.

-          Týðaragrunnur í føroyskt og úr føroyskum fyri bæði bókmentir, film, telduspøl og annað elektroniskt tilfar.

-          Styrkja mentanarsøvn og bókasøvn til nútímans vitanar- og upplýsingarmiðstøðir.

-          Seta á stovn lista, tónlista- og ítróttarháskúla.

-          Seta Tjóðleikhús á langtíðaríøguætlan.

 

Skapa nútímans føroyskt undirvísingartilfar á altjóða støði
-          Greið ætlan skal gerast fyri at framleiða føroyskt undirvísingartilfar – frá dagsstovni til fólkaskúla og miðnám

-          Lærutilfar til menningartarnað og lesiveik verður ment samstundis.

-          Undirvísingarvarp skal skipast í almenna kringvarpinum eftir BBC-leisti

 

Skapa ein barna- og ungdómspolitikk
-         Børn og ung skulu hava rættindi og møguleikar at ávirka og taka lut í samfelagnum .– eitt nú gjøgnum eitt barna- og ungdómsráð

-         Ungdómstilfar í almenna kringvarpinum skal styrkjast

-         Undirvísing í fólkaræði, rættindum og skyldum skal skipast í fólkaskúla.

-         Fjølbroytt mentanartilboð, virkishús og spælistøð skulu skipast kring landið.

-         Barnaumboðsmaður skal setast, ið viðger kærur og viðurskifti barna sum heild.

-         Áhugafeløg hjá børnum og ungum skulu hoyrast um uppskot og avgerðir, ið serliga viðvíkja barna- og ungdómsrættindum.

 

Fáa limaskap í altjóða felagsskapum undir egnum samleika 
-          Olympiska nevndin

-          Eurovision

-          Norðurlendskt samstarv

-          Altjóða mentanarstovnum v.m.

 

Seta greið krøv til mentan og list í landsplanlegging og útbygging
-          byggiætlanir og býrarplanir hjá landi og kommunum skulu hava áseting um byggilist, list og menning av mentanararvi