Hjartamál 3/5 – Full ábyrgd

 

Hjartamál 3/5: Full ábyrgd

 

Full ábyrgd er vegurin til vælferð

Alt ov leingi hava vit kastað búskaparligu og sosialu ábyrgdina frá okkum. Í tíðum við stórum vøkstri í búskapinum, verður frá almennari síðu peningur brúktur og og serskipanir settar í verk, ið oyðileggja kappingarførið, búskaparvøksturin og sosialur trygdina í landinum. Og í verri tíðum, er onki at byggja á og skerast má á støðum, sum rakar veikastu samfelagsbólkarnar. Fíggjarliga skilið røkkur sjáldan meira enn eitt ár fram.

 

Hetta er ein avleiðing av einum ábyrgdarleysum studningsbúskapi, ið ikki hvílir í síni egnu javnvág og ikki lagar seg eftir altjóða gongdum og krøvum um langtíðarjavnvág. Og sum ikki gagnnýtir tað tilfeingið vit eiga í fólkinum.

 

Vit hava innflutt blokk og útflutt tilfeingi, fólk og sosialar trupulleikar í alt ov nógv ár.

 

Og tað hevur eydnast at skapa eina falska mynd av, at full ábyrgd av búskapi og sosialum skipanum er ein hóttan móti vælferðini hjá fólkinum.

 

Bert við at byggja á okkara egnu ábyrgd og framleiðslu og hava greiðar langtíðarætlanir, kunnu vit framtíðartryggja vælferðina í Føroyum.

 

Nú skulu vit fáa skil og ábyrgd í búskapar- og sosialpolitikkin og taka tey seinastu tøkini úr tí hefta studningsbúskapinum.

 

Og vit skulu hava føroyingar heim at virka við Føroyum sum miðstøð í altjóða virksemi.

Tjóðveldi vil:

 

Úr blokkbúskapinum og til langtíðarætlanir:
-          Ongin íløga ella nýggj rakstrarsamtykt verður framd uttan greiða langtíðarfíggjarætlan, ið sum minstamark gongur 10 ár fram.

-          Gera okkum leys blokkstuðlinum innan 6-8 ár.

-          Stovna Búskapargrunn Føroya, har allar serinntøkur verða settar, og bert rentuinntøkurnar nýttar øllum komandi ættarliðum at frama.

-          Gera fastar og bindandi avtalur um íløgur og rakstur millum land og kommunur

-          Fremja rættvísa skattaskipan á samhaldsfastari grund.

-          Gera upp við serskipanir og kreppuloysnir, sum avlaga búskapin og kappingarførið.

-          Taka burtur forðingar fyri vøkstri.

 

Føroyingar heim at virka
-         Fólkatalið í Føroyum skal vaksa munandi.

-         Sambandið millum føroyska samfelagið og útisetar og lesandi føroyingar skal styrkjast.

-         Hagtalskanningar um útisetar skulu fylgjast upp við at kanna orsøkirnar til, at fólk og serliga kvinnur velja at búgva uttanlands.

 

Greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur
-          Styrkja lokala fólkaræðið og avgerðarættin gjøgnum størri kommunur og harvið skapa javnar møguleikar millum økini í landinum at mennast

-          Føst avtala um kommunusamanlegging í 7-9 størri kommunur skal gerast millum land og kommunur, saman við avtalum um skattabýti, skattaskipan og útjavningarskipan millum kommunurnar.

-          Síðani kunnu økir sum eldraøkið og fólkaskúlin leggjast til samanløgdu kommunurnar, at umsita eftir lóg við greiðum krøvum um tilboð og dygd hjá borgarum kring landið.

 

Útoyggjapolitikkur og økismenning:
-         tiltøk at fremja ferðavinnu setast í verk

-         samferðslumøguleikar til útoyggj betrast

 

Greiður sosialpolitikkur bygdur á rættindi og virðing:
-          Allir borgarar skulu hava sama rætt at virka, velja og virðast í samfelagnum

-          Sosialpolitikkur málrættaður til tørv hjá bólkum, ið ikki hava sama rætt og somu møguleikar í samfelagnum í dag: Stakir uppihaldarar, fyritíðarpensjónistar, fólk við breki, sálarsjúk og ung við sálartrupulleikum

-          Pensiónsreformur saman við arbeiðsmarknaðarpørtunum, har tey, ið ikki hava aðra pensjón afturat fólkapensjón, verða lyft

-          Nýggj forsorgarlóg gerast, ið leggur dent á rættindi hjá fólki

 

Greiður bústaðarpolitikkur:
-          Alternativ bústaðarbygging verður framd gjøgnum Húsalánsgrunnin og í samstarvi við kommunur

-          Bústaðir hjá fólki við serligum tørvi verða settir fremst í almenna bústaðarpolitikkinum.

-          Ein verulig føroysk leigulóg verður sett í verk, ið tryggjar rættindi hjá leigarum

 

Nútímans familjupolitikkur
-          Fleksibult barnsburðarfarloyvi, har foreldur eftir ynski kunnu leggja sær barnsburðarfarloyvið til rættis við parttíð yvir longri tíðarskeið.

-          Fleksiblan arbeiðsmarknaðarpolitikk. 

 

Heilsuverk á altjóða støði:
-          Føroyska heilsuverk skal mennast á altjóða støði við avtalum um viðgerð, gransking og samstarv við heilsuverk í okkara grannalondum.

-          Okkara fakfólk í heilsuverkinum arbeiða í altjóða toymum innan ávísu serøkini, og heilsuverk verður regluliga dygdarmett av altjóða stovnum.

-          Gransking og hagtøl um føroysku fólkaheilsuna verður styrkt.

-          Lóg um sjúklingatrygd- og rættindi verður sett í verk.

-          Fyribyrgjandi heilsuarbeiði og upplýsing verður styrkt munandi.

-          Uppvenjingarmiðstøð og uppvenjingartænasta heima hjá brúkarum fyri langtíðarsjúk skal skipast.

 

Vit vilja taka fulla ábyrgd av okkara gerðum