Bíligari at liva í Føroyum

Tað skal gerast bíligari at liva og virka í Føroyum. Øll amboð skulu troytast til tess at fáa livikostnaðin niður, so Føroyar kunnu vaksa og mennast.

Bert ein sterk tjóðskaparørsla lyftir Føroyar framá. Hon hevur gjørt tað áður – og hon fer at gera tað aftur.

 

Lat valið snúgva seg um eina veruliga kós fyri Føroyar.

 

Barnafrádrátturin skal hækkast.

 

Skattaskipanin skal endurskoðast og umskipast, so hon verður meira samhaldsføst og lættir um hjá lág- og miðalinntøkum.

 

Holini í kapitalvinningsskattalógini skulu tettast, so tey, ið taka pengar úr vinnuni, rinda skatt av vinninginum.

 

Húsalánsgrunnurin skal tryggja eitt fjølbroytt bústaðarmynstur við leiguíbúðum, lestraríbúðum og lutaíbúðum til barnafamiljur, stakar uppihaldarar, lesandi, eldri og fólk við serligum tørvi.

 

Príseftirlit skal skipast. Eftirlitið skal fylgja neyvt við prísum á gerandisvørum, ómaksgjøldum og rentum og skal javnan almannakunngera gongdina.

 

Virkast skal fyri at knýta sambond við fleiri og bíligari marknaðir.

 

Bankarnir skulu vísa samfelagssinni í Føroyum og halda aftur í rentuhækkingum og ómaksgjøldum.