Føroyingar skulu í stóran mun útbúgva seg uttanlands. Tað gevur tí einstaka og samfelagnum vitan og íblástur at fara út í heim.
Tó er neyðugt, at føroyingar kunnu seta sær útbúgving saman í Føroyum. Umframt at granska og útbúgva okkum í serfør-oyskum viðurskiftum, skulu vit skipa partar av øðrum hægri útbúgvingum í Føroyum.
Útbúgvingarstig og gransking skulu mennast í:
* havumhvørvi
* troyting av havtilfeingi
* fiskivinnutøkni og fiskivinnugransking
* kunningartøkni
* samfelagsvísindum
* løgfrøði
* oljuvísindum
* biotøkni
Gransking er fortreytin fyri hægri útbúgving, og vit eiga at raðfesta gransking, har føroyskar royndir og føroysk vitan eru til taks. Til dømis eigur gransking í kunningar- og biotøkni at mennast við støði í royndum og tørvi hjá fiski- og alivinnuni, eins og føroysk viðurskifti eru ein vitanarkelda til at menna samfelagsvísindi.
Tað almenna skal fíggja eina støðisgransking til tess at tryggja, at tað ikki bert verða privat vinnulívsáhugamál, ið gera av, hvat verður granskað í Føroyum.
Altjóða samstarv
Føroysk útbúgving og gransking í altjóða høpi verður ment við m.a. at:
* fáa norðurlendskar og aðrar altjóða avtalur at góðkenna føroyskar útbúgvingarmyndugleikar sum próvmyndugleika til starvs- og útbúgvingarførleika um allan heim
* veita føroyskan lestrarstuðul, so at føroyingar kunnu útbúgva seg um allan heim
* gera beinleiðis avtalur við onnur lond og útbúgvingarstovnar um hægri útbúgvingar
* taka lut í altjóða granskingarætlanum
* samstarva við aðrar smátjóðir um at menna útbúgvingar, ið hava serligt atlit at smátjóðum
* lata altjóða skrivstovuna umsita avtalur við onnur lond og geva holla vegleiðing um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar.