Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at finna sín leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi. Føroyar mugu tryggja sínum grannalondum, at tær sjálvstøðugu Føroyar ikki eru ein hóttan fyri trygdarpolitikkin.
Tjóðveldi leggur dent á hesi trygdarpolitisku mál:
* Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum.
* Føroyar skulu vera kjarnorkufrítt øki.
* Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi viðvíkjandi sivilari tilbúgving um trygd á sjónum og umhvørvistilbúgving.
* Føroyar skulu taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við Nato til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum.
* Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu avgerast við fólkaatkvøðu.