Samband við allan heim

Føroyingar skulu slóða egnar ræsur og taka ábyrgd í einum alt meiri samanbundnum heimi. Vit skulu menna egnan samleika í altjóða meldrinum og tryggja, at altjóðagerðin ikki elvir til náttúruoyðing, mentanarliga upploysn og sosialt órættvísi.

Føroyar skulu menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt – mentanarliga, politiskt og búskaparliga.

Føroyar skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum smátjóðum í heiminum.

Føroyar skulu virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.