Tjóðveldi er ímóti limaskapi í ES og øðrum felagsskapum, sum ikki tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og vald á sínum tilfeingi og framtíð.
Føroyar skulu saman við hinum londunum í útnorðri miða eftir:
* at økja um samstarvið í londini útnorðri, soleiðis at tey kunnu gerast ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES
* at gera samstarvsavtalur, ið tryggja hesum londum marknaðaratgongd, útbúgvingarmøguleikar og granskingar-samstarv.