Hjartamál 1/5: Altjóða samstarv
Altjóða samstarv - lykilin til menning
Alt ov leingi hava vit latið onnur tikið avgerðirnar okkara vegna. Vit hava staðið sum áskoðarar til altjóða sáttmálar og samstarv. Og vit standa aftur sum áskoðarar, nú Danmark samtykkir ES-stjórnarskipan og leggur mál hjá okkum til Brússel at umsita.
Alt ov leingi hava vit bert tosað um útreiðslurnar og trupulleikarnar, tá vit taka fulla ábyrgd av egnum landi og av heimsins felags avbjóðingum.
Men lykilin til at skapa menning, kappingarføri, inntøkuvøkstur og vælferð, er altjóða samstarv, ið vit vinna okkum sum sjálvstøðug tjóð. Sum eitt avmarkað heimastýri byrgja vit okkum inni og gerast eftirbátur á flestu økjum:
Nú stíga vit út í heim og seta okkum hesi mál:
Sjálvstøðugur uttanríkispolitikkur
- Føroyskt uttanríkisráð verður sett á stovn beinanvegin
- Vit gerast limur í EFTA og EBS og fáa harvið fría atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum.
- Vit styrkja samstarvið í Norðuratlantshavi millum Føroyar, Noreg, Ísland og Grønland, ið hava felags áhugamál.
- Vit gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum og tess stovnum, og øðrum mannarættindarfelagsskapum og fylgja í okkara egnu lógum og sáttmálum fremstu altjóða krøvum um borgararættindi, opinleika og rættartrygd – m.a. ST-sáttmálunum um barnarættindi og rættindi hjá fólki, ið bera brek.
- Vit ganga undan at seta hægstu altjóða krøv til umhvørvisvernd, vinnulóggávu, fíggjarreglur og -eftirlit, burðardygga veiði, o.a.
- Vit fara undir at brúka EURO sum gjaldoyra.
Útlendingamál undir føroyskt ræði
- Vit umsita sjálv útlendingamál við skjótari og rættartryggari viðgerð og hava ein greiðan integrasjónspolitikk.
Føroysk útbúgving og gransking á altjóða støði
- Fróðskaparsetrið verður ment til altjóða universitet, ið granskar og undirvísir á altjóða støði í tøttum samstarvi við universitet og lærustovnar í grannalondunum og longri úti í heimi. Lesandi taka partar av síni útbúgving í Føroyum og aðrar partar uttanlands.
- Miðnámsútbúgvingarnar verða samskipaðar og eru førleikagevandi til víðari lesnað eftir altjóða stigreglum – og størri fakligt samstarv verður skipað við miðnámsútbúgvingar í okkara grannalondum.
- Miðnámsdepilin í Marknagili fevnir eisini um studentaskúlan sambært gjørdum uppskoti.
- Fólkaskúlalógin verður endurskoðað við tí endamáli at fara burtur frá smálutastýring av skúlum og undirvísing, og ístaðin seta yvirskipað mál fyri fakligu og sosialu menning næminganna.
- Størri frælsi og ábyrgd verður løgd til skúlaleiðslurnar fyri at røkka málunum og at menna námsfrøðiligu amboðini.
- Læraraútbúgvingin verður skipað undir Fróðskaparsetrinum á kandidatstigi og eftirútbúgving skipað.
- Serlig tilboð til næmingar við atferðartrupulleikum verða sett í verk.
- Eftirskúli verður settur á stovn, sum er alternativ til 10.-floks skipanina.
- Dagsstovnaøkið verður lagt fyrisitingarliga undir mentamál – og tilboðini til børn við serligum tørvi verða lagdar undir eina ábyrgd.