Lat valið snúgva seg um eina veruliga kós fyri Føroyar.
Vit skulu verða nógv fleiri fólk í Føroyum og skapa vøkstur í vinnu, búskapi og mentan kring alt landið.
Vit skulu satsa stórt og skapa eitt altjóða universitet og spennandi lestrarumhvørvi, so tey ungu fara at lesa longri í Føroyum og vit kunnu draga nógv fleiri fólk til okkara.
Vit skulu hava lønsemi og burðardygd í fiskivinnuna, tí stórir partar av flotanum geva hall, og stovnarnir minka.
Vit skulu útvega bíligari húsafígging og fjølbroyttari bústaðir, so kostnaðurin hjá familjum kann minkast, og stakir uppihaldarar, útisetar og ung kunnu seta búgv.
Vit skulu viðgera og samtykkja føroysku grundlógina, ið skal seta karmin um eitt tolsamt føroyskt fólkaræði og eina skipaða gongd til fullveldi og frælsi.
Vit skulu gera eina langtíðar íløguætlan fyri alt landið, ið kann binda okkum saman og ikki setir kílar millum okkum.
Vit skulu við Búskapargrunninum spara upp í góðum tíðum at standa ímóti í niðurgangstíðum.
Vit skulu hava bankarnar at vísa samfelagssinni í Føroyum, so øll vinna kann fáa nøktandi umstøður at vaksa.
Vit skulu miðvíst leggja um til varandi orku til húsarhald og vinnulív.