Tjóðveldi hevur sum størsti andstøðuflokkur valt at skipa politiska arbeiðið nakað øðrvísi enn higartil.
Tingbólkur Tjóðveldis hevur valt framsøgufólk, sum hava ábyrgdina av teimum ymisku politisku málunum.
Framsøgufólk eru vald til tey vanligu, størru málsøkini, sum tingnevndirnar eru býttar eftir.
Men vald eru eisini framsøgufólk til politiskt mál, ið Tjóðveldi vil geva serliga raðfesting, til dømis umhvørvismál, eldrapolitikkur, íbúðarmál, økismenning, landbúnaður, javnstøðumál o.a.
Framsøgufólkini hava ábyrgd av at viðgera og fyrireika politikk Tjóðveldis á sínum øki, og eisini av at gera ítøkilig uppskot og íbirta alment orðaskifti um politikkin í ymsu málunum.
Endamálið við hesi skipan er, at Tjóðveldi kann gerast ein virkin andstøðuflokkur við ítøkiligum uppskotum og framtøkum í øllum politiskum málum, heldur enn bert at vraka ella góðkenna uppskot frá landsstýrissamgonguni.
Framsøgufólk Tjóðveldis:
Politiskt framsøgufólk:
Fullveldismál: Høgni Hoydal
Uttanlandsmál og trygdarmál: Høgni Hoydal og Bergtóra H Joensen
Fíggjarmál og búskaparmál: Tórbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk
Almannamál: Bergtóra H Joensen og Tórbjørn Jacobsen ( býtið er greinað innanhýsis
Heilsumál: Bergtóra H Joensen og Tórbjørn Jacobsen ( býtið er greinað innanhýsis )
Vinnupolitikkur: Bjørt Samuelsen og Tórbjørn Jacobsen (Býtið er greinað innanhýsis)
Fiskivinnumál: Bjørt Samuelsen og Tórbjørn Jacobsen (Býtið er greinað innanhýsis)
Vinnumál: Bjørt Samuelsen og Tórbjørn Jacobsen (Býtið er greinað innanhýsis)
Undirvísingarmál og granskingarmál: Sjúrður Skaale
Mentamál: Sjúrður Skaale
Løgmál og rættarmál: Bjørt Samuelsen
Onnur politisk øki:
Umhvørvis/orku mál: Bjørt Samuelsen
Samferðslumál: Heini O Heinesen
Javnstøðumál: Bergtóra H Joenden
Kommunumál: Heini O Heinesen
Íbúðamál: Bergtóra H Joensen
Arbeiðsmarknaðarmál: Bergtóra H Joensen
Kirkjumál: Sjúrður Skaale
Økismenning og útjaðaramál: Heini O Heinesen
Tingsins virki: Hergeir Nielsen
Norðurlandamál: Høgni Hoydal
Brúkaramál: Bjørt Samuelsen