![]() |
Kropp á kroppi koma valevnini fram og fortelja, at tey vilja alt tað besta fyri okkara gomlu, ið hava tryggjað okkum ta vælferð, vit hava í dag.
Og hvør kann vera ímóti tí?
Eingin!
Men alt ov sjáldan hoyra vit konkretar tankar um, hvussu vit ímynda okkum framtíðarinnar ellisheim. Í framtíðini verður longri og longri ímillum tey gomlu, sum eru niðurslitin av hørðum kropsligum arbeiði. Tað vera frísk fólk, sum hava búð í stórum sethúsum við 2 baðirúmun, 4 kømrum o.s.fr.
Fara hesi fólk at lata sær lynda smáu klivarnar, tey gomlu fáa í dag, har alt - stova, kamar, tekøkur - er í einum rúmi?
Valla!
Tí haldi eg, at tað ellisheimið, man er farin í holt við í Vági, sum tað fyrsta av nógvum skal vera eitt framtíðarinnar ellisheim, sum tekur hædd fyri teimum frísku, modernaðu eldru í 21. øld.
Anna Brattaberg Samuelsen,