Bloggar

Eitt gott hugskot til Jørgen Niclasen

26-07-2010

Fleiri mál í Uttanríkisráðnum rúka av korruptión, valdsmisnýtslu og nepotismu. Jørgen Niclasen, sum so fegin rindar fyri positiva umrøðu í miðlunum, átti at sett ein journalist á hesi málini eisini



Eg havi fyrr í summar, í tveimum umførum, spurt Jørgen Niclasen um tey tilboð, hann hevur givið journalistum um at fylgja við sær á uttanlandsferðum.

 

Fyrri ferð svaraði hann m.a. soleiðis: "Í longri tíð hava miðlarnir víst arbeiðinum ans at fáa granskingarsáttmálan í havn. Tískil varð mett, at tað var viðkomandi at geva Føroya fólki sum heild innlit í, hvat arbeiðið fyri granskingarsáttmálan snýr seg um, og hvussu ein slík undirritan fer fram."

 

Seinnu ferð svaraði hann m.a. soleiðis: "Fyri at fólkaræðið ikki skal koma í vanda er tað týdningarmikið, at miðlarnir frælst og óheft fáa høvi og møguleika til at varpa ljós á stórar strategiskar hendingar í Føroya søgu eftir egnum tykki, so at lýsingin ikki einans kemur frá landsstýrinum." 

 

 

Mong óheppin mál

 

Tá nú Jørgen Niclasen hevur ta hugsan, at hann við almennum pengum skal rinda fyri, at fjølmiðlar "objektivt" skulu lýsa tað, sum hann fæst við, so er upplagt, at pengarnir ikki bara fara til at bjóða journalistum uttanlandsferðir.

 

Farnu vikurnar hevur eitt mál um eina ávísa starvssetan í Uttanríkisráðnum skapt illgruna um bæði korruptión og nepotismu. 

 

Eitt mál um eina sera dýra ferð til USA hevur givið fólki ta fatan, at tað í uttanríkisráðnum fer fram "lemfældig omgang med betroede midler".

 

At ein fýra ára gomul søga um eitt av starvsfólkunum í ráðnum varð plantað í ein fjølmiðil mikudagin, hevur somuleiðis undrað fólk.

 

Miðlarnir hava víst málunum ans - men nú er tað knappliga ikki so týdningarmikið fyri Jørgen, at journalistar fáa góðar sømdir. Nú gongur sera striltið hjá teimum at fáa innlit...

 

Set ein journalist á sakina!

 

Men at allir teir ósvaraðu spurningarnir og allar gitingarnar skaða politisku skipanina - og harvið fólkaræði - er eingin ivi um.

 

Og hyggja vit at grundgevingunum hjá Jørgeni Niclasen fyri at bjóða journalistum við sær út at ferðast, so vóru tær m.a. at "Í longri tíð hava miðlarnir víst arbeiðinum ans at fáa granskingarsáttmálan í havn", og "Fyri at fólkaræðið ikki skal koma í vanda".

 

Báðar hesar fortreytir eru til staðar í allari rúgvuni av málum í uttanríkisráðnum, sum rúka av korruptión, valdsmisnýtslu og nepotismu.

 

Tí fari eg at loyva mær at geva Jørgeni Niclasen hesi ráð:

 

Fylg tínum egnu, heimagjørdu reglum um at rinda fyri journalistar við almennum pengum, og gev eini av landsins redaktiónum t.d. 20.000 krónur eyka at arbeiða við, so tey kunnu greiða fólki frá, hvat ólukkan tað er, sum hendir í ráðnum hjá tær! 

ss
Viðmerkingar
Skriva viðmerking:
Navn:

Teldupostur:

Yvirskrift:

Tekstur: