Bloggar

Blóðdálkaður frelsari

26-07-2010

Bloggur skrivaður til Mess.fo


 

 

Sjúrður Skaale, sum bloggar um ferðaminni, skrivar hesaferð um tá hann gjørdist vitni til ein skotbardaga í El Salvador. Og um balansuna millum tryggleika og ævintýr

 

 

Frá 1980 til 1990 var borgarakríggj í tí lítla, Miðamerikanska landinum El Salvador (sum merkir Frelsarin).

 

Men friður kom ikki, tá kríggið endaði. Síðani 1990 hevur ein øgiligur kriminalitetur og banda-harðskapur sett sín óhugnalig dám á lívið í tí lítla landinum. Serliga í høvuðsstaðnum, San Salvador (sum merkir Heilagi Frelsarin).

 

Har var eg í 1999, og her er eitt brot úr tú, eg skrivaði í ferða-dagbókina tann 13. februar:

 

"Vatnið á hotellinum er farið, og eg fekk kvalma tá eg var á wc í áðni. Tað var fult av svartari skræpu, blandað við onkrum reyðum, sum líktist blóði. Eg vaskaði mær við vatnið sum eg hevði keypt, og bustaði so tenn við teirri reyðu saftini, eg keypti til túrin í gjár. Las eina avís, svav ein tíma og las so eitt sindur víðari í nýggja testamenti. Klokkan gott seks fór eg til sjónleikarhúsið, sum er hálvantriðja blokk longur uppi, at keypa billett til ein sjónleik - Luz Negra (svart ljós) - sum skuldi vera klokkan hálvgun átta.

 

Uttanfyri sjónleikarhúsið stóð ein bólkur av dreingjum, sum hoyrdu til ein av teimum beryktaðu gøtubandunum í býnum. Ein hevði tatoverað MS (Mara Salvatrucha - navnið á tí størsta bandanum) við feitum stavum í pannuna, og nakrir høvdu tað á arminum. Teir sóu friðarligir út, kortini.

 

Billetsølan var undir einum hávtaki. Men har var ikki opið. Tveir dreingir stóðu við lúkuna, men fóru avstað. Eingin sat innanfyri. Eg bíðaði eina løtu undir hálvtakinum, men tá sølukonan ikki kom, ætlaði eg at fara yvir í parkina yvirav at seta meg at bíða.

 

Í tí eg traðkaði niður á fortovið, hoyrdi eg eitt buldur. Mín fyrsti tanki var, at tað var ein kinesari sum teir, ið alla tíðina hoyrdust í Guatemala. Men so sá eg - ella føldi eg - panikkin. Fólk kastaðu seg niður, og eg kastaði meg afturum eina av súlunum, sum helt hálvtakinum uppi. Ein maður lá aftanfyri ta næstu súluna - beint yvirav mær, við andlitinum ímóti mær. Eg hugdi uppá hann, og hann uppá meg.

 

BANG segði tað aftur, og tað rykti í øllum kroppinum. Eina ferð afturat, og einaferð afturat. Hvørjaferð spentust allir musklarnir í kroppinum. Eg og maðurin stardu uppá hvønn annan - og knappliga hevði eg alla verðina til felags við henda púra fremmanda mannin. Somu ræðslu - og sama lív.

 

Maðurin reisti seg upp fyri at verða betur fjaldur, og eg gjørdi tað sama. Og so stóðu vit klistraðir inn móti hvør sínari súlu við rygginum til tað, sum hendi.

 

Meðan vit stóðu har komu ein politistur og ein sivilklæddur maður berandi við einari konu, og løgdu hana inn í sjónleikarhúsið. So kom politisturin rennandi út aftur við revolvaranum uppi. Ótrúligt. Hann ræddist heldur ikki tá tey fyrstu skotini komu. Hann stóð beint innanfyri meg, og rann straks beint út á vegin.

 

Eg haldi tað vóru seks skot tilsamans. Tá tað hevði verið tøgn eina løtu, vóru eg og "vinurin" hjá mær bidnir um at renna inn í sjónleikarhúsið. Har vóru fimm fólk - m.a. tann skotna konan. Hon lá gólvinum, og ein onnur kona helt um hana meðan ein maður ringdi eftir ambulansu við mobiltelefon.

 

Konan var rakt í økslina. Hon var ung. Svarthærd. Pen. Hon lá púra still, og sá merkiliga rólig út.  Ikki eitt ljóð kom frá henni. Heldur eingin annar segði nakað. Tá teir bóru konuna avstað, var bara eitt lítið sindur av blóðið á gólvinum. So vóru vit biðin um at fara - men eg føldi framvegis blóðið pumpa í æðrini í hálsinum, tá eg fór útaftur á vegin.

 

Fleiri politibilar og nógvir politistar vóru komnir. Beint við inngongdina til sjónleikarhúsið var ein blóðhylur. Eg spurdi og fekk at vita, at tað var ein maður, sum var skotin í beinið.

 

Eg hoyrdi tveir politistar tosa. Annar segði, at tann, sum byrjaði at skjóta, var frá einum banda, sum rivaliseraði við bandan hjá teimum, sum stóðu uttanfyri sjónleikarhúsið. Hin helt, at maðurin rætt og slætt hevði skotið eftir fólki, sum fóru til sjónleik.

 

Ein maður stóð við inngongdina til sjónleikarhúsið og helt um sína forskrektu konu. "Hon er øgiliga sjokkerað", segði hann. "Hetta er fyrsta ferð í langa tíð, at hon fer inn í sentrum - og so hendir hetta!".

 

So sá eg teir dreingirnar, sum stóðu við billettlúkuna, tá eg kom. Teir fóru út undan mær, og vóru komnir yvirum vegin, tá skotini komu. Vit endaðu hvør síni megin deyðan... "Hendir hetta ofta", spurdi eg. "Her í sentrum? Ja!" svaraðu teir.

 

Teir søgdu at politiið hevði tikið ein mann. So flentu teir - og fóru.

 

Eg hugsaði um at fara aftur á hotellið, men avgjørdi kortini at fara til sjónleikin.

 

Meðan eg bíðaði til tað skuldi byrja, var eg øgiliga takksamur fyri mín livandi, fríska kropp. Mítt mátiapparat, sum upplivir og sansar og sær og skilir, og mítt amboð í lívsins havi. Mítt amboð, sum helst ikki skal enda sum sítt egna endamál...

 

Sjónleikurin æt Luz Negra, og eg hugsaði, at tað, sum hendi, var nakað svart sum legði seg rundanum meg og vísti mær alt ljósið, sum ikki sæst so væl í  ... ljósi."

 

 

Verðin er ónd...

 

Eg skal ikki dylja, at eg ikki var serliga cool dagarnar aftaná. Eg fekk ein ordans skelk. Eg hevði ætlað at ferðast eina tíð afturat í El Salvador, men tordi rætt og slætt ikki. Eg rýmdi úr landinum fáar dagar seinni.

 

Slíkt kann henda, tá ein ferðast úti í verðini.

 

"Verðin er ónd - best man vera at halda seg í Føroyum", havi eg hoyrt fólk siga.

 

Og rætt er tað, at Føroyar eru ikki sum restin av verðini, tá tað kemur til harðskap. Tað er neyvan nakrastaðni á planetini jørðini so lítil møguleiki fyri at verða álopin, sum tað er í Føroyum.

 

Men eisini her drukna fólk. Og fólk detta oman. Og fólk fáa krabbamein. Og yngri sonur mín var ein dagin deyðanum nærri á Eystara Ringvegi í Havn, enn eg var hin dagin í San Salvador: Hann mundi runnið út fyri ein bil, sum koyrdi við nógvari ferð.

 

Kortini tosa fólk altíð um vandan, tá onkur hevur verið og ferðast.

 

Herfyri var eg við einum ferðalag við níggju fólkum uppi á Mont Blanc. Vikuna vit vóru í alpunum, duttu seks fólk oman á Mont Blanc. Tað settu miðlarnir fokus á, og tað virkaði sum um, at vit níggju høvdu sett okkum í stóran vanda.

 

Sannleikin er, at nærum eingin, sum ber seg rætt at, kemur illa fyri á Mont Blanc. Tað er júst sum at fara í fjøllini í Føroyum. Ella at fara á flot. Tað er vandamikið, um tú fert í illveðri, ella fert har tú ikki skalt fara, ella als ikki dugir at bera teg at. Men gert tú sum tú skalt, er vandin lítil og eingin.

 

Rætt skal sjálvandi vera rætt. Sjálvandi kann tann, sum ferðast, vera óheppin og koma illa fyri.

 

Men tann, sum als ikki ferðast, er vísur í at koma illa fyri: Hann snýtir seg sjálvan fyri upplivingar, sum, bæði tá tær eru ringar og góðar, gera hann til eitt ríkari menniskja.

 

Tryggleikanarkomanurin, sum situr í Føroyum og ræðist verðina, verður neyvan skotin. Men ofta sær hann ikki ljósið fyri berum ljósi. Og fyrr ella seinni skramblar eisini hansara tilvera saman...

 

ss
Viðmerkingar
Skriva viðmerking:
Navn:

Teldupostur:

Yvirskrift:

Tekstur: