Bloggar

Statsautoriseraðir blokkstuðulspolitikarar!

21-07-2010

Í 2004 kom eitt siðaskifti inn í føroyskan politikk.


Fram til hetta ár høvdu fólkið, landið og tjóðin ein greiðan politiskan boðskap, sum hevði beina kós móti at Føroyar skuldi gerast ein sjálvstøðug tjóð við fullari ábyrgd fyri egnum gerðum og virka á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Greið mál vórðu sett, sum bygdu á sjálvberandi búskap, skil á fíggjarligum viðurskiftum og greið mál í altjóða samstarvi, sum skapti virðing og álit langt út í heim.

Uppspardar vóru milliardir á bók, sum bygdu á neyva fíggjar- og búskaparstýring.

Sambandið og fíggjarstýring
So setti Sambandið seg á fíggjarstýringina av landinum. Øll búskaparlig og fíggjarlig amboð og atlit vórðu slept fyri borð. Ongin fíggjarstýring, og ein ovurnýtsla fyri lántan pening tók seg upp, sum sjáldan áður er sædd her á landi. Tað tyktist, sum endamálið var greitt frammanundan; at her skuldi prógvast, at vit føroyingar ikki skuldu klára okkum sjálvar fíggjarliga og búskaparliga, tí so var grundarlagið tikið undan politiska boðskapinum um, at vit føroyingar onki megna ella duga, uttan hjálp og blokk úr Danmark.

Tað gav at bíta, tá táverandi fíggjarmálaráðharrin hjá Sambandinum stóð sum ein annar Chamberlain við einum pappíri í hondini á trappuni í Fíggjarmálaráðnum, sum var eitt skriv frá einum skrivstovufulltrúa hjá danska tjóðbankastjóranum Bernstein, og orðini vóru greið: ”Koyrið meira á, alt gongur jú fínt, meira bensin á bálið” .

Vit vóru mong, sum talaðu at og spáddu um, at helt hetta áfram, so kom hetta okkum aftur um brekku.

Síðani setti Sambandið seg enn longur upp, nú á ovastu politisku røkurnar í landinum, og neyvan munnu vit hava verið við til slíkan politiskan glantrileik í nýggjari politiskari søgu í Føroyum.

Nú eini sjey ár eru liðin, síðan fullveldisflokkarnir lótu fíggjarstýringina upp í hendurnar á Kaj Leo, Jóhan Dahl og Edmundi, so er onki eftir. Tamarhaldið á landsins búskapar- og fíggjarstýring er burtur, og tað táttar í eina milliard í halli hvørt einasta ár næstu árini. Nú eru allar uppspardu milliardirnar burtur, søplaðar burtur í heimildarloysi.

Løgtingsgrannskoðanarfrágreiðingar
Seinastu árini eru grannskoðarafrágreiðingar frá Løgtingsgrannskoðarum fullar av viðmerkingum og átalum, so sum:

•    Peninganýtslu í heimildarloysi
•    Løgtingsjáttanir sprongdar út um mark
•    Løgtingslógir ikki hildnar
•    Og so framvegis

Hesar grannskoðanarfrágreiðingar hava verið so fúlar, at tað skuldi fingið politikarar, sum hava minstu virðing fyri politisku skipanini, Føroya fólki og sær sjálvum, at farið út ígjøgnum hurðina á staðnum, eftir at frágreiðingarnar eru komnar út, og við eini umbering fyri Føroya fólki. Men her, her hendir onki. Alt er í lagi o.s.fr.

Vinnupolitikkur
Vinnuhúsið hevur í fleiri umførum hesi seinastu árini tala at førda vinnupoltikkinum. Her hendir onki nýskapandi, uttan at tey føroysku partafeløgini, sum landið varðar av er fylt inn við donskum nevndarlimum. Onki ringt um teir á sínum økjum, men onki nýtt frambrot, sum byggir á virðisøkjandi virksemi her úr landi til at menna okkum frameftir. Harafturímóti, so vælsignar og blástemplar landsstýrið útflyting av vitanarvinnum í ólukkumát.

Søgufalsan
Ta umbering, hesir bera fram fyri fólkinum, og serliga av statsautoriseraða kommandørinum á Oyri er, at tað eru fullveldisflokkarnir, ið hava skyldina. Makan til søgufalsan og reinging av veruleikanum skal ein leita leingi eftir. Vit eiga ikki at finna okkum í slíkum;  at okkara børn skulu vaksa upp í dag og fáa slíka søgufalsan borðreidda frá teimum, sum hava sitið við landsins leiðslu seinastu 6 árini, og geva tjóðskapar- og sjálvstýrisrørsluni í Føroyum skyldina fyri vanlukkuligu búskapar- og fíggjarstýringina av landinum, teir sjálvir hava staðið fyri.

Mansmót og kvinnudirvi
Í seinastu viku kom aftur sperðil í. Landsstýrið er ikki samt í nøkrum, og landsstýrismenn og kvinnur kjakast, sum um tað var ein andstøða ímóti samgongu. Ein stjórn, sum hvønn dag er í stríði við seg sjálva má falla, ella fellur fólkið.

Tað skal bæði mansmót og kvinnudirvi, og hartil sterkur lútur til at vaska og rudda upp eftir hesa politisku vanrøkt. Men tað hava vit føroyingar, tí í øllum flokkum eru fólk, sum eru ósamd við verandi politisku leiðslu í landinum.

Vónandi sær verandi politiski meiriluti hetta ongantíð ov skjótt við at leggja frá sær, soleiðis at ábyrgdarfólk kunnu fara undir at rætta skútuna uppaftur.

Jákup Símun Simonsen
býráðslimur

jss
Viðmerkingar
Skriva viðmerking:
Navn:

Teldupostur:

Yvirskrift:

Tekstur: