Bloggar

Veiðuloyvi galdandi í 10 ár

09-02-2010

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum


                                                         
1. Ætlar landstýrismaðurn at avtakað niðanfyrinevndu broyting,  so at lógina aftur kann kann fara at virka eftir búðskaparligum fortreytum ?

 

Viðmerkingar:

Ár 2007, 24. apríl  legði Føroya landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap. Løgtingsmál nr. 120. Hetta uppskotið gekk í høvuðsheitum útuppá, at bjarga eini rullandi skipan, uppá 10 ár, hóast at tað sokallaða ”rullandi,” ikki er komi  inn í lógartekstin fyrrenn við hesu lógarbroyting. Í mínari verð, gingu hesu 10 árini út á Ólavsvøku 2007.

Hví henda broyting kom júst tá, er helst tí, at onkur av teimum ”rullandi”, hevur fingið kaldar føtur, tí hetta ”rullandi” hevur ongantíð  staðið í lógartekstinum, Tað vil siga, við hesu broyting verða øll veiðuloyvir galdandi til 1. jan. 2018 +5 ár +5 ár, og skulu hava fiskidagar og kvotir útbýttar á hvørjum árið, hóast fleiri av hesum loyvum ikki hava verið brúkt í fleiri ár. Hetta er beinleiðis í stríð við §. 2. og §. 3. í lógini
Tað at veiðuloyvini vóru gjørd galdandi í 10 ár, hevur ført við sær:
At tann  lívfrøðliga og búskaparliga ætlanin við lógini
sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum
var tikin úr lógini.


Á Løgtingi,  2. februar  2010

HoH
Viðmerkingar
Skriva viðmerking:
Navn:

Teldupostur:

Yvirskrift:

Tekstur: