Føroysk fiskivinna er komin framat grundleggjandi valum. Uppisjóvarfiskaríið liggur í avtaluloysi, botnfiskastovnarnir eru søguliga lítlir, línu og útróðrarflotin er álvarsliga hóttur. Samstundis spankulerar landsstýrsmaðurin í fiskivinnumálum sum ein havsins harri, og býtir út almennu ognirnar til tey sum trúliga krúpa fyri valdinum, við lyftum um stuðul til næsta val. Er hettar leiðin at uppala stoltar veiðumenn? Er hettar kósin fyri fiskivinnutjóðina Føroyar.
Tvær vikur eru farnar. Børn, foreldur og avvarðandi royna sum frægast at hóra undan, nú verkfallið hjá námsfrøðingunum veruliga byrjar at kennast av álvara. Men er tað ikki okkum foreldrum og børnum okkara tey stríðast fyri?
Hóast vit øll búgva í sama landi, og rinda sama landsskatt, so er samferðslutænastan í ymsu økjunum í landinum óvuliga ymisk, bæði í tænastustøði og í kostnaði.
Verandi sethúsafígging er frælsistøka av føroysku familjuni, og rindar fyri ævintýrsferðir hjá bankunum. Tí má vend koma í. Vit kunnu eitt nú við Húsalánsgrunninum geva sethúsafígging eitt menniskjaligt andlit aftur.
Lat tað beinanvegin vera sagt at eg taki undir við einum miðvísum stovnsrøktarpolitikki, og haldi eg at Tjóðveldið hevur slóðað fyri eini hugburðsbroyting í meginpartinum av politisku skipanini, og almenninginum við. Hinvegin er einki at ivast í at júst ”ábyrgdarfulli” fiskivinnupolitikkurin, hevur stygt manga sterka og trúgva tjóðveldisfamilju frá flokkinum.
Vit vóru mong í Sandoynni, og aðrastaðni við, sum fingu vátan vøttin seint í gjárkvøldið, tá tað gjørdist almenninginum greitt, at deildin hjá okkara góða gamla Sjóvinnubanka, nú BankNordik, skuldi niðurleggjast her vit balast og liva!
Leingi hevur í miðlunum ljóðað, at umskipanir skulu fremjast innan løgregluna í Føroyum. Í flestu førum umskipanir við sparing fyri eyga. M.a. sentraliseringar á ávísum støðum.
Svar uppá fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-6/2009: Viðvíkjandi kommunusamanlegging, kommunusanering og kommunalari inntøkujavning