Eg eri nólsoyingur og uppvaksin í Havn. Eg eri 43 ár, mamma at trimum børnum og stakur uppihaldari. Dagliga arbeiði eg sum leiðari og havi stóran áhuga fyri politikki og vil virka fyri einum rættvísum samfelag fyri øll.
Elsti sonur mín flutti fyri tveimum árum síðani av landinum fyri at fáa hjálp. Hann hevur aspergersyndrom. Hann er 27 ár og hevur serlig evnir innan teldu- og fartelefontøkni. Eg vildi ynskt, at vit høvdu betri bú-, viðgerðar- og virknistilboð til fólk við serligum tørvi. So kundi hann búð og virka her í Føroyum.
Hini bæði børnini eru tannáringar 14 og 17 ár og klára seg væl.
Vit búgva í egnum húsum í miðbýnum í Havn. Eg vildi ynskt, at vit kundu leigað okkum ein hóskandi bústað og goldið mánaðarliga leigu, tí tað er tungt at hava fulla ábyrgd av einum húsum við bert einari inntøku.
Eg eri útbúgvin pedagogur og havi víðariútbúgvið meg, m.a. havi eg diplom í námsfrøði, umframt eina leiðsluútbúgving. Í løtuni útbúgvi eg meg innan terapeutiska økið. Dagliga arbeiði eg sum leiðari á Verkstaðnum Vón, har nakrir av okkara veikastu borgarum arbeiða.
Tit kunnu nú spyrja, hvat er hetta fyri ein søga eg fortelji tykkum, snýr hetta seg ikki um politikk? Jú, tað snýr seg um politikk! Og politikkur snýr seg um, hvussu Føroya fólk livir.
Samfelagið skal taka ábyrgd av, at hjálpa og stuðla undir eina jaliga menning hjá børnum, ungum, vaksnum og eldri, vanligum fólki og fólki við skerdum førleika, her heima hjá okkum sjálvum. Vit loysa ikki okkara trupuleikar við, at senda teir av landinum ella við at lata eyguni aftur, tí vit eiga uppgávuna, og vit megna hana, um politiski viljin og vitið er til staðar.
Kanska er tað óðaMANNAverk at stilla upp í politikki, men eg meti, at eg sum kvinna, við mínum lívsroyndum, kann vera við til at gera føroyskan politikk gerandisligan og viðkomandi.
Hví geri eg tað so? Jú, tí eg havi ein dreym. Ein dreym um at vakna ein dag og at kunna skifta hetta kongaríkið út við eitt annað ríki. Eitt frælst ríki:
· har eg sjálv kann velja mær bústað, sum hóskar til mín tørv
· har eg kann fáa hjálp og stuðul til tað, eg ikki megni
· har eg kann útbúgva meg og mín vitan verður brúkt
· har eg kann fáa eitt meiningsfult arbeiði og hampuliga løn
· har lógir eru dagførdar og altíð tryggja mær eitt rættvíst samfelag
· har mannarættindi verða fylgd
· har vit eru tilvitað um at gagnnýta tilfeingið og tálma dálking
· har eg sleppi frá at fara í kríggj
· har børn, ung og gomul fólk við skerdum førleikum og sjúk ikki eru ein byrða men ein nátúrligur partur av samfelagnum
· har vit verða fødd, liva og doyggja sum føroyingar
Idealistar hava ikki altíð merkt avleiðingar á egnan kropp og eru tó idealistar. Politikarar hava ikki altíð skil fyri politikki og eru tó politikarar. At hava merkt tingin á egnum kroppi ger meg hvørki til idealist ella til politikara, men tað er í hvussu er betri at tora at brúka egnar lívsroyndir og hugsjónir sum amboð fyri at skapa eitt betri samfelag, heldur enn at fella í fátt.