Havi altíð havt serstakan áhuga fyri rættartrygd og sosialum viðurskiftum hjá einstaklingum. Havi bæði gjøgnum mítt arbeiðslív og sum hjásiti í míni frítíð fingist nógv við at leiðbeina fólki, ið á onkran hátt hava rent seg fastan í t.d. almannaverkinum. Almenn fyrisiting hevur mín stóra áhuga.
Politiskt er eingin ivi um, at tað eru almannamál, ið liggja hjarta mínum næst.
Havi stóran áhuga fyri øllum viðurskiftum, ið ávirkan hava á børn - antin tað eru barnaverndarmál, mál um børn við serligum tørvi, skúlamál ella trivnaðarmál yvirhøvur.
Havi fingist við viðurskifti hjá fólki, ið bera brek - m.a. við atliti til "rúmliga arbeiðsmarknaðin."
Annað hjartamál hjá mær eru viðurskifti hjá fyritíðar- og fólkapensjónistum.