Vælkomin
Tað gleðir meg, at tú hevur loggað á mín part av heimasíðuni hjá Tjóðveldi, og eg vóni at fáa tína atkvøðu til løgtingsvalið.
Eg havi játtað at stilla upp fyri flokkin, tí eg taki fult undir við stevnuskrá floksins. Tey 5 hjartamálini, sum tú sært á forsíðuni, tá tú kemur inn, siga í stuttum tað, sum flokkurin stendur fyri.
 
Við einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki, har lurtað verður eftir ráðunum frá serkunnleikanum, skulu vit taka tráðin uppaftur frá seinastu samgongu og minka blokkstuðulin, so vit fáa eitt sjálvberandi samfelag, ið á jøvnum føti kann samstarva við øll onnur lond, eisini verandi koloniveldið. Ein búskapargrunnur skal útjavna fíggjarligu sveiggini, sum altíð koma at vera í einum so eintáttaðum búskapi, sum tann føroyski er í løtuni.
Eg fari á Løgtingi at umboða øll tey, sum búgva í hesum samfelagnum, bæði tey privat og alment løntu og øll onnur eisini, tí ongin er týdningarmeiri enn nakar annar, og alt tað íkastið, sum hvør einstakur gevur til samfelag okkara, er týdningarmikið. 
Um meg

Navn: Mads Andrias Winther, uppkallaður eftir abbanum á Sandi

Føddur: 6. mai 1946 í Havn

Foreldur: Dagmar og Kartni Winther

Giftur: 1969 við Anne Lise Winther

Børn: Niels 1969, Annika 1971, Niklas 1980, Baris Bekdik úr Turkalandi 1999.

Abbabørn: Rannvá 1994, Gisselle 2001, Mira 2004, Gunnvá 2005, Andreas 2005, Svanna 2007, Mats Ellintur 2007.

 

Skúlagongd:

· Tórshavnar Kommunuskúli á Vaglinum (Avhaldshúsið) 1953-1956,

· nýggi Kommunuskúli 1956-1957,

· millumskúlaprógv frá Thorshavns Mellem- og Realskole 1961,

· Studentur frá Føroya Studentaskúla 1965,

· skiftisnæmingur við AFS í USA, Newfane Central School 1963-1964,

· Civilverkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet feb. 1973,

· pædagogikum í Danmark 1977-1978.

Arbeiði:

· sumrini 1966 og 1968 hjá Lamhauge&Waagstein, entreprenørar

· 1968-1970 teknistovuarbeiði hjá Monberg&Thorsen við Lítlabeltsbrúnni

· 1973-1974 Hostrup-Schultz & Sørensen, ráðg. verkfr. í Keypmannahavn

· summarið 1974 fyri Grønlands Tekniske Organisation í Nuuk

· 1974-1975 Landsbyggifelagið, ráðgevandi verkfrøðingar

· 1976-1988 og 1991-1993 lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í lærugreinunum støddfrøði og alisfrøði

· 1985-1987 tímalærari í fíggjarrokning á Bankaskúlanum

· 1988-1991 projektleiðari hjá Arkitektavirkið Árni Winther

· 1993-1997 rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

Sangur:

· Barnakór hjá Hans Jacob Højgaard í Kommunuskúlanum

· Studentaskúlakórið hjá Eyðun Sørensen

· Rytmiska kórið hjá Sunnleif Rasmussen og Jógvan Telling 1987-1989

· Tórshavnar Manskór síðan 1994

Dansur:

· Styttri dansiskeið áðrenn skúlaaldur hjá Vincentz Jensen og "dansi-Richard"

· Føroyskur barnadansur í Sjónleikarhúsinum frá 1953 og nøkur ár fram

· Limur í Dansifrøi síðani 1988, nevndarlimur 1991-1992, formaður 1992-1993

· Dansað argentinskan tango síðan 1997, undirvíst síðan 2004

· Óteljandi skeið í argentinskum tango í Føroyum, Danmark, Fraklandi og Argentina.

Limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagi

 

BMI 25,8

 

Verið á øllum oyggjum og í øllum bygdum í Føroyum uttan Lítlu og Stóru Dímun.

Verið uppi á hesum fjøllum: Húsareyn, Kirkjubøreyn og –kambur, Steinafjall, Konufelli, Murufelli, Tungulíðfjall, Stiðjafjall, Núgvan, Fjallið millum Botna, Stallur, Skælingur, Sátan, Kaldbakskambur, Ritufelli, Høgafjall, Nónfjall, Eiðiskollur, Slættaratindur, Ritafjall, Rustartindur, Klubbin, Eystfelli, Eggjarklettur, Kolturshamar, Múlin, Eggjarrók, Knúkur, Tindur, Oyrnafjall, Skúvanes.

Nýtt frá Mads Andriasi
Mads á Youtube
ERROR! "youtubeplugin" is an unknown module system name
   
Samband
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til mín, ert tú vælkomin at útfylla oyðublaðið niðanfyri.
Navn 
Teldupostur 
Fyrispurningur