Eg eri fødd 29. juni 1969. Foreldur míni eru Kjartan Kristiansen og Ingigerð á Trøðni.
Maður mín eitur Jóan Petur Berg og er býargartnari í Fuglafirði.
Saman hava vit trý børn: Sunniva (1994), Kjartan (1998) og Selma (2002). Tey eru øll trý fødd í Danmark, hava búð í Havn og trívast nú í Fuglafirði.
Eg havi lisið enskt og heimspeki við Syddansk Universitet í Odense, har vit eisini búðu í 11 ár. Var hjálparlærari í grammatikk, arbeiddi í VISL-verkætlanini og var MFS-umboð í Odense eitt skifti.
Eg starvist sum lærari í enskum á Handilsskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali. Harumframt havi eg eisini umsetingarfyritøkuna Pronoun.
Vit fluttu til Fuglafjarðar fyri einum ári síðani, og her er sera gott at vera! Hugnaligur býur, fryntlig fólk og góð skúla- og frítíðartilboð.
Politisk áhugamál: Skúlaverkið, frá fólkaskúla til fróðskaparsetur, mentan, ferðavinna og umhvørvi.