Hesi eru á listanum hjá Tjóðveldinum:
Her er valskráin til kommunuvalið, Tórshavnar kommunu:
Tjóðveldi bjóðar seg fram at taka við leiðsluni í Tórshavnar Kommunu. Tjóðveldi vil røkja áhugamálini hjá borgarunum bæði á bygd og í bý.
Tjóðveldi leggur dent á áhugamálini hjá heildini og vil tryggja øllum borgarum rættvísa og virðiliga viðferð.
Sum landsins størsta kommuna skal Tórshavnar kommuna slóða fyri í umhvørvis- og orkumálum, sum eru mest týðandi mál í heiminum í dag.
Tjóðveldi leggur seg eftir at reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, sum setir trivnaðin hjá tí einstaka í hásæti.
Fólksins trivnaður og burðardygt vinnulív eru tvær síður av somu søk, og tí eigur kommunan at vera virkin í royndunum at menna vinnulívið.
Náttúra og umhvørvi
Tey samfeløg, sum megna at reka eina burðardyggan umhvørvis- og orkupolitikk og fylgja altjóða krøvum, fara at mennast, meðan hini detta niðurímillum.
Sum landsins størsta skal Tórshavnar kommuna slóða fyri á umhvørvisøkinum. Vit seta hægstu mál fyri umhvørvi, orku og tilfeingisnýtslu.
Vit vilja skunda undir umlegging til reina orku fyri húsarhald og vinnu. Almennar byggisamtyktir eiga at eggja til orkusparing og dygga bjálving.
Ítøkilig mál verða sett fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku. Stuðlað verður undir upplýsing um orkusparandi tiltøk.
Allar kommunalar nýbyggingar skulu vera orkuvinarligar.
Nýskipanin av kloakkunum heldur fram, og mannagongdir skula tryggja, at hesi viðurskifti yeru í lagi í nýggjum byggingum frá fyrsta degi.
Reglur verða gjørdar, sum tryggja, at einstaklingar, stovnar og virkir ikki dálka.
Býarmenning og búseting
Tórshavnar kommuna gongur undan at menna Føroyar til eitt framkomið samfelag, sum stendur seg í heimsmeldrinum.
Heildarætlanin fyri alla Tórshavnar kommunu verður dagførd til framtíðina. Ætlanin skal leggja upp fyri komandi tilflyting av fólki at byggja upp vitanarsamfelagið.
Kommunan útvegar alsamt øki at byggja á til øll viðkomandi endamál. Tjóðveldi strongir á at fáa nýggja lóggávu, sum letur upp fyri alternativum bústaðarmøguleikum sum heild.
Serstakar byggisamtyktir verða gjørdar at strukturera miðbýin frá Kongabrúnni til Gundadal og byggja tættari í miðbýnum.
Karmar verða skaptir fyri meiri handilsligum og mentanarligum virksemi í miðbýnum. Alt verður gjørt við virðing fyri verandi húsum og gamla umhvørvinum.
Tátturin at planta í miðbýnum verður styrktur.
Parkeringin í miðbýnum verður tikin upp til viðgerðar, t.d. við parkeringsøkjum undir jørð fyri eyga.
Dentur verður lagdur á trygga ferðslu í allari kommununi. Súkklu- og gonguleiðir verða útbygdar, og Bussleiðin verður ment.
Skipað verður fyri, at borgarin fær skjóta og virðiliga viðgerð í byggimálum.
Lestrarbýurin
Havnin hevur sum høvuðsstaður og miðstaður eina serliga uppgávu at lyfta, skula Føroyar náa málinum at fáa fleiri hægri útbúgvingar, fleiri lesandi og eitt fruktargott granskingarumhvørvi.
Tjóðveldi vil, at Tórshavnar kommuna er virkin í stríðnum at menna lestrar- og granskingarumhvørvið.
Kommunan sær til, at miðnámsskúlar, lærdi háskúlin og granskingarumhvørvið fáa bestu staðseting og umstøður til eitt mennandi umhvørvi fyri gransking, vinnu og mentan.
Økið verða sett av til lestraríbúðir og virkað verður fyri at stig aftur verða tikin til lestrarbústaðir.
Vinna og menning
Fólksins trivnaður og eitt burðardygt vinnulív eru tvær síður av somu søk.
Kommunan fylgir væl við framtíðar vinnumøguleikum og eggjar til nýtt virksemi og nýggjar vinnur. Kommunan og vinnulívið hittast javnan at umrøða vinnumenning
Vinnan skal kenna nyttuna av, at kommunan er vorðin størri og møguleikarnir fleiri. Natúrligu fyrimunirnir skula nýtast til fulnar, so útjaðarin ikki gerst sovibýir.
Vinnuliga menningin verður í opnum samstarvi við vinnu og borgarar. Tórshavnar kommuna kann saman við øðrum útvega fortreytir fyri nýggjum vinnum og virksemi, eitt nú gjøgnum gransking og vitanarmenning.
Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn verða marknaðarførd sum vinnuligur og mentanarligur miðdepil í Norðuratlantshavi og umstøður verða útvegaðar til ferðavinnu, golfspæl, ráðstevnu- og konsertvirksemi.
Kommunan fyrireikar seg til at fáa lut í tí virksemi, sum kann standast av oljuvinnu á okkara leiðum. Samarbeiðið við býir og øki í grannalondunum verður útbygt vinnuliga og mentanarliga.
Kommunan útvegar alsamt vinnulívinum øki og karmar at virka á.
Virksemið á havnaløgunum verður lagað til broyttar fortreytir, so full nytta fæst av økjunum.
Býlingadeplar og trivnaður
Býlingadeplar verða skipaðir til at menna trivnaðin og felagsskapin í nærumhvørvinum.
Býlingahús verða karmur um virksemi hjá ungum og vaksnum um kvøldið og í vikuskiftinum.
Átøkini við smærri graslíkisvallum verða víðkað til eitt spennandi tilboð fyri samveru og spæli fyri alla familjuna í nærumhvørvinum.
Skipað verður fyri at menna rekreativ øki kring um í kommununi, hagar fólk kunna leita sær í frítíðini, og lagdur verður dentur á at planta nógv hóskandi trøð og runnar at fjálga um víðahvar.
Blómandi mentan
Tann skapandi mentanin fær bestu sømdir og skaptir verða karmar fyri blómandi mentanarlívi.
Tónleikinum verða útvegaðar góðar framførslu- og venjingarumstøður.
Virkað verður fyri at musikkskúlin fær tíðarhóskandi karmar at virka undir.
Tórshavnar býarsavn verður eitt virkið savn, sum fær umstøður at staðfesta og sýna fram býarins søgu.
Mentanarlívið í bygdunum fær umstøður at mennast.
Orðaður verður ein ítróttapolitikkur, sum stingur út í kortið ætlanir fyri ítróttaligar karmar og mál í kommununi.
Kommunan eigur at stuðla øllum mennandi ítróttar- og frítíðarvirksemi og øllum feløgum verða veittir somu møguleikar.
Børn og skúli
Børn og ung eru landsins besta tilfeingi, og Tjóðveldi virkar fyri, at fólkaskúlin verður kommunalt málsøki.
Tjóðveldi strongir á at dagføra kommunalu skúlarnar til at lúka krøvini, sum fólkaskúlalógin setir.
KT skal gerast ein natúrligari partur av frálæruni, so næmingarnir veruliga kunna gagnnýta møguleikarnar í kunningartøknini.
Arbeiðið at útbyggja og dagføra skúlarnar heldur fram. Umstøðurnar hjá næmingunum at eta á skúlunum verða bøttar munandi.
Tilboð til børn og ung eftir skúlatíð eru mennandi. Margarinfabrikkin hevur ment seg til eitt gott og áhugavert tilboð. Virkað verður fyri at frítíðartilboðini verða útbygd til øll ung í kommununi.
Umráðandi er at tryggja, at tilboðini hjá frítíðarundirvísingini støðugt verða ment og dagførd til ynski og krøv hjá borgarunum.
Dagstovnarnir fyri børn verða mentir til at lúka galdandi krøv um námsætlanir og at taka ímóti børnum við serligum tørvi.
Strongt verður á, at lógartreytirnar um námsfrøðingar á dagstovnunum verða loknar.
Ungdómspolitikkur
Kommunan orðar ein ungdómspolitikk við denti á fjølbroytt mentanartilboð – herundir ungdómshús og dansihøli, har ung sjálv eru uppi í at skipa fyri.
Gjørt verður álit um viðurskifti teirra ungu, sum lýsir hvørjum stigum og átøkum tørvur er á.
Tey ungu eiga at fáa innlit í politisku skipanina, eitt nú við regluligum ungdómstingi, har býráðssalurin í samstarvi við skúlaverkið verður latin ungum at skifta orð um og viðgera kommunal viðurskifti.
Allur ungdómurin í kommununi fær javnbjóðis atgongd til kommunal og kommunalt stuðlað tilboð.
Strongt verður á at dagføra lógir og karmar fyri kvøldskúla- og frítíðarundirvísingini.
Umstøður hjá eldri og óhjálpnum
Tjóðveldi ásannar, at eldraøkið kann ikki longur rekast sum tongul í brimi millum land og kommunur. Tað forðar fyri nøktandi loysnum.
Tí strongir Tjóðveldi á at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar.
Dentur verður lagdur á at nøkta dag- og bústovnatørvin hjá gomlum og óhjálpnum í við umlætting, dagtilhaldi og ellis- og røktarheimum.
Gjørd verður ein miðvís ætlan at tryggja teimum gomlu og óhjálpnu virðiligar umstøður í heimum, tilhaldum og/ella heima við hús. Gjørdar verða greiðar visitatiónsreglur.
Kommunan tekur virknan lut í arbeiðnum fyri at pensjonistar kunna halda seg aktivar, eisini tey við menningartarni og sálarsjúku.
Tjóðveldi leggur dent á at útvega fólki við skerdum arbeiðsevnum útbúgvingar og/ella arbeiðsmøguleikar.
Í byggimálum verður dentur lagdur á góð atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum og brekaðum sum heild.
Bygdir og fjølbroytni
Tjóðveldi ásannar, at bygdirnar í kommununi gera hana til eitt fjølbroytt samfelag, sum setir krøv til tey, sum stíla fyri.
Okkara stevnumið er, at fólkið har fær somu sømdir sum borgarnir í kommununi annars við virðing fyri teirra eyðkennum og møguleikum.
Fjálgað verður um teirra samleika, eitt nú við at varðveita gomlu bøgarðarnar og onnur mentanarlig eyðkenni.
Vakið eygað verður havt við teimum møguleikum, sum eru fyri menning og trivnaði á plássunum.
Sum landsins størsta landbúnaðarkommununa er tað umráðandi, at Tórshavnar kommuna hevur ein landbúnaðarpolitikk, so eisini hendan vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til.
Strongt verður á landsmyndugleikarnar at hava gott ferðasamband við oyggjarnar.
Skipanin við staðbundnu nevndunum verður endurskoðað, so nøgdsemið hækkar.
Innlit og opinleiki
Flokkurin leggur áherðslu á, at borgarnir fáa høvi til at fylgja við í kommunala arbeiðnum og teimum átøkum, sum kommunan fer undir.
Tjóðveldi virkar fyri opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu fyrisitingini og politiska arbeiðnum í býráðnum.
Fyrisitingarligi førleikin í kommununi verður styrktur.
Borgarnir verða hoyrdir í málum, sum ávirka teir og teirra umhvørvi og grannalag.
Kommunan
Kommunustýrisskipan fyri Tórshavnar kommunu hevur stórt fólkaræðisligt undirskot. Tjóðveldi vil menna skipanina, so tey valdu umboðini fáa veruligar møguleikar at røkja sítt umboð.
Fólkaræðisliga undirskotið verður upp aftur størri, tá fleiri stór málsøki verða løgd út til kommunurnar, og tí er heilt natúrligt, at kommissiónin, sum landsstýrið setir, tekur hendan partin av kommunubygnaðinum við.
Núverandi skipan hevur ein rættiliga umfevnandi umsiting, meðan bert ein av teimum fólkavaldu er býarpolitikari burturav. Øll hini býráðsumboðini eru frítíðarpolitikarar, sum bert kunnu halda fundir eftir arbeiðstíð til í prinsippinum at taka allar avgerðirnar í kommununi, sum er nevndarstýrd.
Í øðrum londum eru ymsar skipanir fyri ymsar kommunur – m.a. eftir stødd og innihaldi. Skal meining vera í kommunala fólkaræðinum í Tórshavnar kommunu, mugu fólksins umboðum tryggjast góðar umstøður at røkja umboðini.
Jóanes Árting
Regin Hentzar Árting
Marin í Dali
Guðrun Dalsgarð
Vilhelm Seyer Hansen
Teitur Heindriksson
Elsa Horn
Erling Isholm
Einar Jacobsen
Carl Johan Jensen
Andreas Joensen
Karin Kjølbro
Oluffa undir Kletti
Rubek Lilaa
Ragnar Magnussen
Sólvør Patursson Niclasen
Echardt Persson
Jóan Pauli Poulsen
Trygvi Samuelsen
Petur Simonsen
Egil Simonsen
Jákup av Skarði
Bergljót av Skarði
Ingrið Sondum
Hans Pauli Tórgarð