Eg eri fødd 25. juli 1950 í Vági.
Foreldrini eru Anna Petersen, fødd Vilhelm, og Herman Petersen, vanliga nevndur Herman í Garðinum.
Eri gift Andrasi Godtfred, eisini úr Vági. Børnini eru Elith og Annika.
Havi starvast á Tryggingarsambandinum Føroyum í nærum 14 ár og á Elfelagnum SEV í góð 22 ár sum stjórnarskrivari. Eg havi eisini roynt meg á sjónum. Eg var til skips við einum new zealendskum verksmiðjutrolara í tríggjar mánaðir í 1997.
Eg havi búð í Keypmannahavn í fýra ár. Tað vóru rík ár, eg hevði í danska høvuðsstaðnum, men eg havi ongantíð verið í iva um, at Føroyar eiga at skipast sum sjálvstøðugt lýðveldi. Talan er um tvær sjálvstøðugar tjóðir, og einki er til hindurs fyri, at hesar báðar tjóðir kunnu samstarva á jøvnum føti í altjóða samfelagnum.
Eftir lokna tryggingarútbúgving í Keypmannahavn flutti eg til Havnar og seinni út á Argir, og her havi eg ongantíð slept dreyminum um einar sjálvstøðugar Føroyar. Tað er í roynd og veru bara ein spurningur um vilja, og tess fleiri hava henda dreymin og viljan, tess lættari verður tað at vinna Føroyum fullveldi. Avgerðin er okkara.
Samband: ingeborg@kallnet.fo, fartlf. 582507 ella 315253.