Tað er altíð vandamikið at skulka, serliga um tú ert landsstýrismaður í skúlamálum.
Ásett er í stýrisskipanarlógini, at løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum.
Í sambandi við uppskot um ein 50 metur langan svimjihyl, samtykti løgtingið í fjør, at landsstýrið skuldi leggja uppskot fyri tingið um, hvussu samstarvast skuldi millum land og kommunur í sambandi við bygging av ítróttaverkløgum.