Í ánni siglir skipið mítt....
"Í ánni siglir skipið mítt
við segl og mastrartræi,
flaggið reytt og blátt og hvítt,
hátt í hún eg dragi."
So vakurt hevur Oskar Hermansen orðað spælið hjá óvitanum í ánni, og øll kenna vit yndisliga lagið hjá Jógvani Telling til henda kenda sangin.
Eins umráðandi tað er at eiga skipið at sigla við, eins umráðandi er tað, at flaggið er við og sigur frá, hvaðani skipið kemur.
Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum.
Góðu skótar og góðu tit í kirkjukórinum Ljómi, vágbingar og annað gott fólk, ið her er samankomið.
Tað er fyrst og fremst tykkum fyri at takka, at okur her í Vági hava hesi árligu afturvendandi flaggdagshaldini, og stóra takk skulu tit hava fyri tað.
Allir føroyingar er góðir við Merkið, so sum vit kalla flagg okkara, og skótarnir eru so eisini tann føroyski felagsskapurin, sum eina oftast vísir Merkið, ella flaggið, við eitthvørt høvið.
Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Hendan søgan er søgd so ofta, so vit fara at lata hana liggja á hesum sinni.
Stríðið um at vinna Merkinum viðurkenning var politiskt her hjá okkum eins og aðrastaðni. Land og fólk, tjóð og flagg hanga hvørt uppi við annað, og tí slepst ikki undan at pota í politiska jøðildinum ein dag sum hendan.
Tað vóru tey, sum ikki hildu okkum hava tørv á einum Merkið, ikki hildu okkum hava tørv á einum tjóðarflaggið, og hildu best vera sum var, at vit lótu okkum umboða av danska flagginum, Dannebrog.
Vit, sum tilkomin eru, minnast við sorgblídni aftur á øll húsini her í bygdini, sum heldur veittraðu við hesum danska flagginum enn føroyska Merkinum eini 15-20 ár aftan á, at vit høvdu fingið okkara egnu flagg.
Neyvan tí at tey ikki vóru góð við tað nýggja flaggi, men kanska heldur tí, at tey høvdu so ilt við at sleppa tí gamla.
Tíðin fer við øllum, og í dag vildi so eingin føroyingur, og so slettis ikki óvitin í ánni við sínum skipi, segli og mastrartræið, funnið upp á at vundið annað Merkið í húnar hátt, enn sítt egna.
Merkið sigur jú frá, hvørjum bergi tú ert brotin úr, og Merkið fylgir tær úr vøggu í grøv.
Øll kennast vit við áskriftina á minnisvarðanum her úti á Fløtuni Fríðu, sum minnir okkum á teir, sum bygdu Royndina Fríðu fyri tveyhundrað árum síðan.
Hendan 200 ára gamla Royndin Fríða var ein lítl døllur, til helvtar stødd við 100 ára gomlu Jóhannu, sum enn liggur her úti í kajini.
Hesi skip vóru stór og góð í samtíðini, men skip av hesum slag høvdu ikki farið langt út um fjarðamunnan á okkara døgum.
Tíðir skifta, men hetta var so tað farið, sum menn hiðani, fyri tveyhundrað árum síðan, saman við Nólsoyar Páll bygdu og sigldu millum lond við, fyri at bøta um handilsviðurskifti føroyinga og fyri at troyta fiskimiðini kring oyggjarnar.
Í hesum døgum, hvar fín orð verða sett á so mangt, kunna vit kanska loyva okkum at siga, at Nólsoyar Páll, Rádni Bóndi og Gjørðabóndin fóru undir globaliseringina, ella altjóðagerðina, eini tveyhundrað ár, áðrenn vit onnur hoyrdu hana nevnda.
100 ár seinni fóru føroyingar at fiska undir Íslandi, nakað seinni undir Grønlandi og síðani í Barentshavinum, New Foundlandi og annars víða hvar í Norðurhøvum.
Er tað nakar, ið hevur leitað víða út um landamørk, ja so eru tað forfedrar okkara, sum við deyðsiglarum, seglskipum uttan motor, sigldu millum lond her úti í Norðuratlantshavi, og sum vunnu sær føðina úr fremmandum londum og fremmandum sjógvi.
Fyri tveyhundrað árum síðan stóð samfelagsmenningin í stað. Kongur sat á handlinum, einki føroyskt flagg veittraði á landi, og einki føroyskt skip sigldi undir føroyskum flaggi.
Tá tóku menn hiðani myndugleikarnir á bóli, og kravdu sín rætt sum føroyingar í Føroyum, og afturfyri vóru teir stevndir fyri rættin, tí teir vágaðu sær út á hav, og tí at teir fluttu inn nakrar grýtur, nakrar ovnar, nakað av lørifti og nakað av sterkum.
Framvegis er tað so, at nakrir royna at víðka ræsirnar fyri handli og samskifti úteftir, meðan aðrir royna at trongja karmarnar.
Tíverri hava almennu Føroyar fyri fáum árum síðan tikið afturstig og samtykt, at vit hava ikki ræði á okkum sjálvum, hvørki inneftir ella úteftir, at vit ongi tjóðarrættindi eiga í egnum landi, og at vit sostatt heldur ikki kunna vísa føroyska tjóðarflaggi javnbjóðis øðrum.
Hóast øll grannalond okkara hava leitað saman í handilsfelagsskapir, so sum ES og EFTA, ja so standa vit føroyingar framvegis sum tað einasta landið í vesturheiminum og grinda uttanfyri hesar felagsskapir.
Hava vit tað ikki gott, hoyra vit onkran siga. Eiga vit ikki at dúva upp á studningarnar úr ES, stats-, lands- og kommunukøssunum, og eiga vit ikki at limast inn í ES, eru afturvendandi spurningar.
Tá kunna vit rættiliga leggja okkum upp afturá, og tá tørvar okkum so heldur ongan døllin at stýra sjálvir. Hvørki løgting ella landsstýri tørvar okkum tá, tí tá fara vit at reka fyri vág og vind í stjórnarrættarligum høpi.
Men, tá er so eisini leiðin løgd til at týna øll tey føroysku virðini, sum vit hava vunnið okkum yvir fleiri ættarlið.
Tá missa vit málið, landið, flaggið - ja, tá missa vit allan tann føroyska samleikan, sum vit hava stríðst so hart fyri at vinna okkum hesi smáu hundrað árini føroyska tjóskaparstríðið hevur ligið á.
Hví man tað vera so, at vit í Føroyum eru so serlig, ja, so serlig, at vit halda okkum hava ráð til at at vera leys av øllum tí, sum øll hini ikki hava ráð til at lata vera við at standa saman um.
Útlendsk arbeiðsmegi leitar tvørtur um landamørk, og búskaparligar forsagnir um framleiðslu og kapingarføri siga okkum, at eisini vit føroyingar eiga at lata mørkini upp fyri hesi arbeiðsmegi, serliga um vit hava tørv á henni fyri at økja um búskaparvøksturin.
Men tíverri, so hava vit heldur ongan skipaðan politikk havt á hesum øki.
Sama er skilið á umhvørvisøkinum, sum hevur ligið í órøkt, og har vit skulka okkum undan og ikki síggja okkum før fyri at halda teir týdningarmiklu altjóða sáttmálar, ið galdandi eru á økinum.
Vit noyðast tí ein dag sum í dag at ásannað, at vit tíverri ikki enn hava orkað at rikið flaggstríðið at enda og vunnið tí fulla viðurkenning.
Hetta – ikki at koma á mál í týðandi málum, er tíverrri nakað sum hongur uppi við okkum føroyingum.
Royndin Fríða varð bygd her á staðnum, har hon setti myndugleikunum stevnu, hon fór yvir høv við seglum og ongum motori, hon helt sína kós í altjóðagerðini, og hon vann á afturhaldinum.
Hugstoytt var tí, at eftirmenn royndust skuggar, tá staðið, ið bygdi Royndina Fríðu, tá ið so stórur tørvur var á skipum, gjørdist sama staðið, ið skræddi ein skúla niður, tá eins stórur tørvur var á útbúgving og dkúlum, sum tá var á skipum.
Tíverri er stórsti vansi okkara ikki at duga at halda setta kós. Somu røddir, sum fyri trimum árum síðan stríddust fyri at lima okkum inn í EFTA, tosa nú um at lima okkum inn í ES.
Í báðum førum uttan at taka støðu til tjóðskaparspurningin. Uttan at taka støðu til, um vit eiga nakað land við egnum flaggi at lima inn í nakran felagsskap.
Henda óbúna støða svarar til at fara út at sigla, áðrenn við hava bygt eitt skip at sigla við, og tað er júst her meginforðingin í altjóðagerðini liggur.
Eru vit tveyhundrað ár aftanfyri, ella eru vit tveyhundrað ár frammanfyri altjóðagerðina hjá deyðsiglaranum, Royndini Fríðu, spyrja vit tí í dag.
Í áravís eru vit komin á læstar dyr í Norðurlandaráðnum, EFTA, og aðrastaðni, har vit kunnu vinna føroyskum útflutningi, handli, útbúgving og gransking frægastu sømdir.
Fyri fáum árum síðan vildu vit hava limaskap í EFTA, har ein treytin var, at fíggjarrætturin kom á føroyskar hendur.
Nógv hóvaasták varð gjørt burturúr, at løgtingið hevði fingið amboðið til sjálvt at yvirtaka eina røð av smærri málsøkjum, har ímillum fíggjarrættin.
Men - nei. Ikki talan um, at vit skulu hava okkara egna fíggjareftirlit, sigur nú ein partur av sama politiska landslagnum, sum sjálvt var við til at seta hetta vælsignaða eftirlitið á yvirtøkubreddan.
Enn eina ferð skinkla vit í kongunum, tá á stendur.
Vit byggja ikki land við at hopa undan veruleikum, men vit noyðast hinvegin at taka avbjóðingarnar upp og fyrihalda okkum til tann veruleika, ið dagliga setur okkum stevnu.
Onkur ilskast kanska um politiska tjakið millum samband og sjálvstýri og vil hava tað skeklað burturúr gerandisdegnum, men tað ber bara ikki til.
Í Visjón 2015 Mál og vegir kemur føroyska embætisverkið til somu niðurstøður, sum vit áhaldandi hava víst á.
Har verður sagt, at "stjórnarrætttarliga støðan í fleiri førum er ein avmarking" og at "formligu viðurskifti Føroya við danska ríkið tykjast vera størsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond."
Hetta er so ein veruleikin, ið vit noyðast at taka støðu til, antin vit vilja tað ella ikki. Vit eru pískaði til at taka støðu um vit, "…sum land skulu luttaka á jøvnum føti við onnur lond."
Tá veruleikin dagar á luftina, dugir ikki at hopa eftir hæli, stinga í pjøkan og siga, vit orka einki, vit duga einki, vit kunna einki.
Vit eiga tvørturímoti at taka táttin upp, og eins og Nólsoyar Páll og skilmenn okkara, Rádni Bóndi. Gjørðabóndin og aðrir góðir menn her um leiðir gjørdu.
Teir áttu jú hvørki skip ella flagg, men kortini bjóðaðu teir samtíðini av og vildu upp í altjóðagerðina uttan at vita, hvat tað var fyri nakað. Hungur og hall vóru drívmegin, og útlitini fyri at vinna á hesum, var bara ein avbjóðing, ið vinnast skuldi á.
Í dag eru vit eitt framkomið samfelag, sum er munandi betri ílatið, enn vit vóru tá. Vit eiga tí at taka av og gerast partur av alheims avbjóðingunum, og sigla tann salta sjógv, og vita hvat vit duga.
Vit eiga at vísa flaggið, sum sagt verður. Vit eiga at stíga fram sum føroyingar í Føroyum undir egnum Merkið, og vísa tað tæri, sum í fólkinum er.
Vit eiga at geva ungdómi okkara frægastu sømdir á øllum økjum, innan útbúgving og innan ítrótt, líka hagar til at hann kann aksla seg við tí føroyska flagginum, tá hann stendur á altjóða vinnarapallinum.
Ungdómin eiga vit, vinnarahugburðin eigur ungdómurin, og tað er ungdómurin, sum ótolin stendur á vinnarabreytini og kennir seg naknan, tí hann eigur einki altjóða viðurkent føroyskt flagg at balla um seg, tá tøkini eru tikin.
Tíðin hjá Skiparanum Lítla í ánni var góð, men nú er í tøkum tíma at vaksa frá henni. Tíðin er komin til at sleppa dreingjalótunum, og í staðin sigla tey høv, ið liggja utttan um okkum í fríari kappping og í góðum samstarvi við onnur.
Sum sagt frammanundan so ber illa til at sleppa politiska jørðildinum ein dag sum hendan. Land og fólk, flagg og tjóð hanga hvørt uppi við øðrum.
Øllum verður ynskt ein framhaldandi góðan flaggdag, og enn einaferð takk til tykkara, ið reika fyri, soleiðis at vit enn eina ferð kundu minnast og halda hátt Merkið okkara.
Vit eiga bert eitt av slagnum og gott er, at vit øll eru góð við tað.
Takk fyri, at tit lýddu á.