Greinar

Undir hesum breddanum liggja flestu greinarnar hjá Heina.

Vit eiga at fara aftur til upprunalógina um vinnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994 og vísa á, hvussu tey fyrstu 10 árini royndist.Tá upprunalóg...

Meginreglan í okkara fiskivinnuupolitikki má vera, at fiskiríkidømi, sum enn í dag er okkara lívsgrundarlag, verður umsitið soleiðis1.  at hetta ríkid...

Føroyar eru eitt lítið land við stóru havumráði í Norðuratlandshavi. Bara økið innanfyri 200 fjóringa fiskimarki er 290.000 kvatratkilometur, tað vil ...

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum viðvíkjandi veiðihagtølum og fiskaprísum.1. Hevur landsstýrismaðurin...

14. septembur er ein merkisdagur í tjóðskaparstríði Føroya fólksJa vit kunnu við æruni siga, ein søguligur dagur. Tað eru í dag 63 ár síðani Føroyska ...

Munnligur fyrispurningur til Kai Leo Johannesen, løgmann viðvíkjandi at tryggja valferðina í Føroyum 1. Hvussu ætlar løgmaður at tryggja valferina í...
Fiskivinna og stovnsrøkt:


Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins hevur sum høvudsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum. Hesin politikkur skal vera lívfrøðiliga og búðskaparliga sjálvberandi, og skal ígjøgnum lógina ”um vinnuligan fiskiskap” skapa tryggar karmar til vinnuna at arbeiða undir.
Hetta verður gjørt við m.ø.:
• Tillagingarskipanum, sum vinnan sjálv er við til at dagføra og stuðla, við neyvum eftirliti, so at treytirnar verða hilnar.
• Økisfriðingarnar og skotti millum trol og húk, skulu tryggja ein flølbroyttan flota, ið gagnnýtir ymisku partar av tilfeinginum og samstundis varðveitir og mennir søguligar royndir og vinnugrundarlagið á ymisku plássum.
• Lógin um vinnuligan fiskiskap eigur at tryggja at útróðararflotin ikki verður gjørdir um til línuskip, tí hetta kemur at økja munandi um veiðutrýsti, serliga á tosk og hýsu. Hetta tekur nú grundarlagi undan verandi línuskipaflota, um tey vera fleiri í tali. Herafturat kemur at tann havgangandi útróðrarflotin eisini er við hvørva.
• Sambært lógina um vinnuliga fiskiskap § 8 stk. 3. kunnu bert tvey upprunaloyvir leggjast saman til eitt loyvi. Hetta skuldi gjørt at tað ikki bar til at faa nýggj línuskipa loyvir við leggja tveir útróðrarbátar saman, uttan at lógin verður brotin.

Síðani Heilárs økisfriðingarnar og lógin ”um vinnuligan fiskiskap” komu í gildi, hevur tað gingist væl við fiskarríðnum á Føroya grunninum. Tí kann tað ikki verða nøkur skilagóð loysn at tosa um eina nýggja skipan í dag.
Tað at sokallaðir serfrøðingar og ávísir politikkara, eru farnir at tosa um at gera eina nýggja skipan við fiskidaga banka, kunnu vit takka teimun fyri, sum hava umsiti lógina til politisk endamál. Har ikki øll hava verið líka fyri lógini. Eg kenni dømir har tað hevur verið nokta monnum at skifta eitt 40 ára gamalt línuskip út við eitt nýggjari skip av somu stødd.
Tað sum øsir fólk upp ímóti hesu skipan, er tann søla sum fer fram av fiskiloyvum til svimlandi prísir. Hetta kemur at gera at fiskirættindini verða samlað á nakrar ávísar  hendur, sum fara av stað við rættinum til landgrunninum. Tað verða neyvan vanligir fiski –og útróðrarmenn sum klara hesa kapping tá frálíður.  Tað eru serlig strámenn fyri útlensk áhugamál, sum fara at gerða íløgur í fiskirættindi, og reka útróðrar og –fiskimenn burtur av grunninum, sum í dag eiga skip og bátar sjálvir.
Vit eiga heldur at rudda upp í verandi lóg.

Heini O. Heinesen, fyrrv. løgtingsm. Heimasíða mín: http://heima.olivant.fo/~hoyh/