Tíðindi

Mentan, list og eftirskúli fáa durðafjórðingin frá samgonguni

27-04-2012

Á tingfundinum í dag hevur samgongan felt 4 uppskot hjá Tjóðveldi um mentan og list - og eitt uppskot um at fáa gongd á eftirskúlatilboð í Suðuroynni.


- Tvey uppskot snúðu seg um at stuðla filmslist. Tjóðveldi skjeyt upp, at lógin um Mentanargrunnin skuldi broytast til eisini at stuðla filsmslist, og at játtast skuldu 500.000 kr. til Mentanargrunnin til hetta endamál.
 
- Eitt uppskot snúði seg um at flyta 650.000 kr til Mentanargrunnin frá ymsum øðrum kontum á fíggjarlógini til at tess at stuðla mentan og list sum heild.
 
- Eitt uppskot snúði seg um at játta 300.000 kr. til Føroya Symfoniorkestur.
 
- Og eitt uppskot snúði seg um at játta 500.000 til at fáa gongd á eftirskúlaverkætlanina í Suðuroy.
 
Men samgongan stóð sum ein maður og feldi øll uppskotini. 
 

 

Uppskot og álit kunnu lesast her :

 

      tingmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins


      álitið um Mentanargrunn landsins kann lesast her


      álit í tingmáli nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012


      álit í tingmáli nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012


      álit í tingmáli nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012 


      álit í tingmáli nr. 142/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012