Tjóðveldi
Til Løgtingið
Løgtingsmál nr. X/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis:
“a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi 8 støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°19'00"N 08°14'00"V
2. 60°58'00"N 07°43'00"V
3. 60°50'00"N 07°57'00"V
4. 60°24'00"N 09°07'00"V
5. 60°50'00"N 09°34'00"V
6. 60°54'00"N 09°34'00"V
7. 61°14'00"N 08°52'00"V
8. 61°19'00"N 08°14'00"V
Hetta veiðibann fevnir um veiðu við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.”
2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:”
3) Í § 27 verður “frá 1. september 2009 til 31. august 2010” broytt til: “frá 1. september 2010 til 31. august 2011 .”
4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin.
|
Bólkur 2:
|
Partrolarar
|
3.304 fiskidagar
|
|
Bólkur 3:
|
Línuskip yvir 110 tons
|
2.205 fiskidagar
|
|
Bólkur 4 A:
|
Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons
|
992 fiskidagar
|
|
Bólkur 4 B:
|
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu
|
1.317 fiskidagar
|
|
Bólkur 4 T:
|
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu
|
1.155 fiskidagar
|
|
Bólkur 5
|
Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu
|
11.544 fiskidagar
|
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildið, geva greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin, soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga grundarlagið undir landsins búskapi.
Tað er ikki serliga hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni sínum í havlívfrøðiligum viðuskiftum, hóast onkran minni glotta, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap saman við Fiskidaganevndini skal ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi.
Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnarnir hava havt tørv á vernd at koma fyri seg aftur. Upsastovnurin verður nú eisini hildin at vera undir ov stórum trýsti sambært teimum tilráðandi. Tjóðveldi er á einum máli við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum stendur í okkara makt at tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur, so vit í komandi árum aftur trygt kunnu byggja okkara búskap á tað tilfeingi, sum er – og í framtíðini fer at verða – okkara grundvøllur.
Tí kunnu vit ikki bara lata standa til, men mugu taka til eftirtektar ta vísindaligu ráðgevingina, sum er løgd fyri dagin. Hetta er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti.
Tjóðveldi hevur tí tikið avgerð um at skjóta upp fyri Løgtinginum, at fiskidagarnir hjá partrolarum, húkaflotanum og trolbátunum (høvuðsbólkar 2, 3, 4 og 5) verða skerdir við 25%´um. Harumframt verða tilmælini frá vísindini (vinnan hevur onki tilmæli um hetta í ár, tá ið eingin veiða hevur verið á Bankanum), um eisini í komandi fiskiári at halda fast um friðingarnar á Føroya Banka, tikin til eftirtektar.
Lógarásettar freistir
Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagatal fyri botnfiskiveiði á føroyska landgrunninum. Fiskidagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fyri Løgtingið. Hetta forðar tó ikki tingfólki ella politiskum flokkum at seta uppskot fram um sama mál, serliga tá ið fiskivinnupolitikkurin hjá sitandi heimastýrisstjórn og Tjóðveldinum er so grundleggjandi ymiskur.
Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Havstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Umframt tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini so var samgonguskjalið undir seinastu samgonguni, Tjóðveldi var partur av, og har flokkurin umsat fiskivinnu- og tilfeingismál, greitt orðað fram ímóti eini lívfrøðiligari og búskaparliga burðardyggari fiskiveiði. Eitt nú orðingar sum ”fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum”........ ”leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu ráðgevingini verða styrkt”.......”endurmetingin av veiðitrýstinum verður framd alt fyri eitt” eru dømir um hetta. Ítøkiligu úrslitini vóru ein metstórur niðurskurður í fiskidagatalinum á 10%, hóast skotið var upp at niðurlaða dagatalið við ávikavíst 20 og 50%´um og hartil prosjekteringin av nýggjum havrannsóknarskipi, ið er liðug, og sum tær almennu Føroyar vónandi seta fíggjarliga orku til skjótast gjørligt, soleiðis sum avrátt er millum allar