Brúksskylda

21-07-2010

Løgtingsmál nr. X/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap


 

Tjóðveldi
 
Til Løgtingið
 
Løgtingsmál nr. X/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
                  
                   Uppskot
 
til
 
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
 
 


§ 1
 
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verður aftaná § 13 sett inn nýggj § 13a, sum verður soljóðandi:
 
§ 13 a. Latin fiskirættindi skulu gagnnýtast.
Stk. 2. 90% av tillutaðum fiskidøgum skulu vera nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, gjørt upp við fiskiársins enda. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. september 2010.
Stk. 3. 90% av tillutaðum egnum kvotuparti, egnari árskvotu, egnum hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu, skal vera fiskað við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2011.
Stk. 4. Um minni enn 90% av tillutaðu fiskirættindunum eru nýtt sbrt. stk 2 ella 3, verða fiskirættindini komandi fiskiár skerd í %´um við muninum millum nýtsluna hetta tíðarskeiðið og 90%. Hesi fiskirættindi fella aftur til landið.
Stk. 5. Eru rættindi, sum eru tillutað í fiskiloyvi ikki nýtt við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, fella rættindini aftur til landið.
Stk. 6. Í serstøkum førum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva undantak fyri einstøk fiskifør frá ásetingini í stk. 4.
 
§ 13 b. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera skipan fyri fiski-rættindamarknað, ein sonevnd Tilfeingisbúð, herunder ásetingar um fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd og sølu- og keypstreytir.
 
§ 13 c. Landsstýrismaðurin kann avhenda egnar fiskidagar, egnar kvotupartar og egna hjáveiðikvotu, sum fella aftur til landið. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin avhenda fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur og egin hjáveiðikvota. Avhendingin kann antin vera beinleiðis til fiskifar ella gjøgnum Tilfeingisbúðina, eftir nærri ásettum reglum.
Stk. 2. Avhending eftir stk. 1 er fyri eitt fiskiár í senn. ”
 
 
§ 2
 
Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2010.


 
Viðmerkingar:
 
 
Ad. 4. Brúksskyldan:
Tjóðveldi ásannar, at veiðirættindi verða latin út, sum tó í einstøkum førum ikki verða gagnnýtt. Talan kann vera um heil fiskiloyvi, sum ávís vinnufeløg ráða yvir í fleiri ár, men sum tó ikki verða gagnnýtt. Dømi eru eisini um útlutaðar kvotur og fiskidagar, ið ikki verða nýtt til fulnar. Fyri summar skipabólkar hevur støðan verið varandi yvir long tíðarskeið. Í uppskoti er at gera eina skipan við brúksskyldu, har kravið er, at 90% av tillutaðum rættindum skulu vera gagnnýtt seinasta 12-mánaða tíðarskeiðið. Verður gagnnýtslan undir hesum marki, verða framtíðar tillutað rættindi skerd við muninum millum 90% og gagnnýtsluprosentið. Verða tillutað rættindi als ikki nýtt í einum 1-ára tíðarskeiði, fella hesi aftur til landið fult og heilt.
 
Brúksprosentið er allýst sum eginnýtsla hjá fiskifari í mun til tillutaðan part í byrjanini av árinum. Eginnýtslan er ikki umfatað av keypi og sølu, tá keyp og søla fer fram fyri eitt ár í senn. Endaligt keyp og endalig søla verða tikin við í eginnýtsluna.
 
Yvirlitið niðanfyri lýsir, hvussu stórur partur av tillutaðu døgunum í fiskidagabólkunum hevur verið nýttur í tíðarskeiðinum 1997/98 til 2005/06.
 

 
 
Brúksprosent av fiskdøgum, 97/98 til 05/06
 
 
 
Í meðal
 
 
97-98
98-99
99-00
00-01
 01-02
 02-03
 03-04
 04-05
05-06
 
Bólkur
2
87
86
94
88
82
74
76
77
81
83
Bólkur
3
95
88
85
94
98
100
89
101
87
93
Bólkur
4A
54
50
54
62
55