Skipan Tjóðveldisins
Kapittul 1
Hugsjón Tjóðveldis
§ 1. Tjóðveldi virkar fyri at seta á stovn føroyska tjóðveldið við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.
Stk. 2. Hugsjón floksins er lýst í Stevnu floksins, sum varð samtykt á stovningarfundi 22. og 23. mai 1948, og í stevnumiðum, sum verða samtykt á flokstingi.
Kapittul 2
Limaskapur
§ 2. Persónar, sum ikki eru limir í øðrum politiskum flokki, kunnu gerast limir í Tjóðveldi, um teir taka undir við hugsjón floksins.
Stk. 2. Ein gerst limur í Tjóðveldi ígjøgnum økisfeløgini.
§ 3. Um limur í einum av økisfeløgum Tjóðveldis í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og/ella virksemi Tjóðveldis, ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verða útihýstur úr Tjóðveldi.
Stk. 2. Einans floksting og eykafloksting Tjóðveldis kunnu útihýsa limum.
Kapittul 3
Valdsbýti, javnstøða og bygnaður
§ 4. Flokstingið og eykaflokstingið hava evsta valdið í Tjóðveldi.
Stk. 2. Ímillum floksting og eykafloksting er aðalstjórnin hægsti myndugleiki í Tjóðveldi.
Stk. 3. Tingbólkurin hevur ræðisrætt í parlamentariskum málum í samsvar við politikk, stevnu og stevnumið floksins.
§ 5. Í allari umboðan eftir hesi skipan, herundir landsstýrisumboðan, skal javnstøða skal vera vera ímillum kynini.
Stk. 2. Undantikin frá ásetingunum í stk. 1 er uppstilling til val, sbrt. kap. 12.
§ 6. Tjóðveldi er skipað í:
1) Økisfeløg
2) Unga Tjóðveldið
3) Floksting og eykafloksting.
4) Aðalstjórn
5) Starvsnevnd
6) Tingbólk
Kapittul 4
Økisfeløgini
§ 7. Økisfeløg eru skipað í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy. Feløgini eru sambindingarlið limanna til stýrandi skipanir floksins.
§ 8. Økisfeløgini virka eftir egnum lógum, sum verða sendar starvsnevndini til kunningar. Starvsnevndin kann leggja lógirnar fyri aðalstjórnina til góðkenningar.
Stk. 2. Um aðalstjórnin krevur broytingar í lógunum hjá einum økisfelag, kann hetta einans gerast við samtykki frá flokstinginum.
§ 9. Ársaðalfundur í økisfeløgunum verður hildin í februar - ella mars mánaði.
Stk. 2. Á ársaðalfundinum velur felagið umboðslimir til floksting og eykafloksting, umframt ein lim og ein tiltakslim í aðalstjórnina.
Stk. 3. Aðalstjórnarformaðurin hevur ábyrgdina av at samskipa, at aðalstjórnarvalið eftir stk. 2 er í samsvari við ásetingarnar um javnstøðu í § 5.
Kapittul 5
Unga Tjóðveldið
§ 10. Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast um stevnu Tjóðveldis.
Stk. 2. Unga Tjóðveldið virkar sum sjálvstøðugt landsfelag sambært egnum lógum, ið verða sendar floksleiðsluni til kunningar.
§ 11. Unga Tjóðveldið kann senda tvey umboð til floksting og eykafloksting.
Stk. 2. Unga Tjóðveldið kann velja ein lim og ein tiltakslim í aðalstjórnina.
Stk. 3. Unga Tjóðveldið kann velja ein lim í starvsnevndina.
Kapittul 6. Floksting
Fráboðan
§ 12. Aðalstjórnin kallar saman og skipar flokstingið.
Stk. 2. Fráboðan um tingið verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis fýra vikur fyri tingbyrjan.
Uppskot og uppskotsrættur
§ 13. Uppskot til flokstingið, herundir uppskot um valevni til starvsnevndina, skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri flokstingið.
Stk. 2. Allir limir hava rætt at seta fram uppskot.
Stk. 3. Innkomin uppskot verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tríggjar dagar fyri flokstingið.
Skrá
§ 14. Regluligt floksting verður hildið í mars mánaði sambært hesi skrá:
1) Aðalstjórnarformaðurin setir tingið.
2) Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi.
3) Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
4) Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
5) Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum.
6) Frásøga floksformansins frá farna skeiði.
7) Orðaskifti um politisk mál.
8) Frágreiðing frá møguligum sernevndum og Unga Tjóðveldinum.
9) Ymiskt.
Stk. 2. Onnur mál enn tey, ið nevndu eru omanfyri, kunnu verða sett á skránna, um aðalstjórnin hevur kunngjørt hesi í tingfráboðanini.
Møtirættur og talurættur
§ 15. Atgongd til flokstingið og talurætt hava øll tjóðveldisáhugað.
Umboðslimir
§ 16. Økisfeløgini velja umboðslimir til flokstingið, sum skulu leggja fram skrivliga fulltrúarváttan frá feløgum sínum.
Stk. 2. Umboðslimatalið verður ásett soleiðis:
1) Norðoya Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir.
2) Eysturoyar Tjóðveldisfelag. 5 umboðslimir.
3) Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
4) Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. 8 umboðslimir.
5) Vága Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
6) Sandoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir.
7) Suðuroyar Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir.
8) Unga Tjóðveldi. 2 umboðslimir.
Stk. 3. Feløgini hava skyldu at senda fult umboðslimatal á flokstingið.
Atkvøðurættur
§ 17. Umboðslimirnir hava saman við aðalstjórnarlimum og ting- og landsstýrisfólkum atkvøðurætt á flokstinginum.
Stk. 2. Eingin persónur hevur meira enn eina atkvøðu á flokstinginum.
Stk. 3. Atkvøðast kann ikki við fulltrú frá umboðslimi.
Stk. 4. Nøvn á umboðslimum skulu vera aðalstjórnarformanninum í hendi tríggjar dagar undan flokstinginum.
Tingfrágreiðing
§ 18. Tingskrivarin hevur ábyrgd av at lata aðalstjórnini frágreiðing frá flokstinginum innan 14 dagar eftir tinglok.
Stk. 2. Aðalstjórnin sendir tingfrágreiðingina til økisfeløgini, Unga Tjóðveldið, umboðslimirnar á flokstinginum, limirnar í starvsnevndini og aðalstjórnini, limirnar í tingbólki Tjóðveldis og til landsstýrisumboð floksins.
Kapittul 7
Eykafloksting
§ 19. Eykafloksting verður hildið, tá ið starvsnevndin ella aðalstjórnin samtykkja tað, ella tá ið minst trý økisfeløg krevja tað.
Stk. 2. Regluligt floksting kann áseta, at eykafloksting skal haldast til at viðgera ávíst mál ella evni.
Stk. 3. Eykafloksting tekur avgerð um, hvørt stillast skal upp til onnur val.
§ 20. Aðalstjórnin kallar saman og skipar eykaflokstingið. Skráin eigur greitt at tilskila, hvørji mál verða til viðgerðar og støðutakan.
Stk. 2. Eykafloksting kann einans viðgera mál, ið eru tilskilað í fráboðanini.
Stk. 3. Fráboðan um eykafloksting verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis.
Stk. 4. Eru broytingar í viðtøkum Tjóðveldis ella innkomin mál á skránni, verður fráboðan um eykaflokstingið kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis fimm dagar fyri eykaflokstingbyrjan.
§ 21. Innkomin uppskot til eykaflokstingið skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri eykaflokstingið.
Stk. 2. Innkomin uppskot verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tríggjar dagar fyri eykaflokstingið.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 17 um atkvøðurætt á flokstingi eru eisini galdandi fyri eykafloksting.
Kapittul 8
Val av aðalstjórn og starvsnevnd
§ 22. Aðalstjórnin er sett saman av starvsnevndini og limum valdir sbrt. stk. 2. Aðalstjórnin hevur 14 limir og 10 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn.
Stk. 2. Økisfeløgini velja 7 limir og 7 tiltakslimir, Unga Tjóðveldið kann velja 1 lim og 1 tiltakslim. Tá ið flokstingið verður sett fær tingformaðurin fráboðan um, hvørji eru vald.
§ 23. Teir 6 limirnir, sum mynda starvsnevndina, verða valdir á árliga flokstinginum.
Stk. 2. Flokstingið velur 5 limir og 1 tiltakslim, og tingbólkurin velur 1 lim og 1 tiltakslim. Sitandi starvsnevnd er í uppskoti til afturval, hava hon ella limir í henni ikki frammanundan boðað frá, at tikið verður ikki við afturvali.
Stk. 3. Starvsnevndarvalið fer fram soleiðis:
1) Flokstingið velur floksformannin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
2) Flokstingið velur ein næstformann, sum eisini verður aðalstjórnarformaður. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
3) Flokstingið velur ein næstformann við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
4) Flokstingið velur kassameistara. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
5) Tingbólkurin velur sínámillum eitt umboð og ein tiltakslim í starvsnevndina.
6) Flokstingið velur eitt umboð. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins. Hetta umboð virkar eisini í staði aðalstjórnarformansins, um hesin hevur forfall.
7) Flokstingið velur at enda ein tiltakslim í starvsnevndina.
Stk. 4. Unga Tjóðveldið kann velja eitt umboð í starvsnevndina.
Kapittul 9
Aðalstjórnin
§ 24. Aðalstjórnin skal serstakliga virka fyri neyvum samstarvi millum øll liðini í bygnaði Tjóðveldis.
§ 25. Formaðurin í aðalstjórnini kallar stjórnina saman eftir tørvi.
Stk. 2. Aðalstjórnin skal kallast saman, tá ið í minsta lagi tveir aðalstjórnarlimir ella floksformaðurin krevja tað.
§ 26. Aðalstjórnin ger eina ársætlan fyri politiska virksemi floksins uttan fyri parlamentariska arbeiðið.
Stk. 2. Ársætlanin skal verða liðug í januar mánaði.
Stk. 3. Ársætlanin verður framd í samstarvi við økisfeløgini og tingmanningina
Kapittul 10
Starvsnevndin
§ 27. Starvsnevndin virkar við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Stk. 2. Starvsnevndin tekur sær av politiskum málum og uppgávum, sum taka seg upp millum fundirnar í aðalstjórnini.
Stk. 3. Starvsnevndin hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av floksskrivstovuni.
§ 28. Í starvsnevndini sita:
1) Floksformaðurin, ið samskipar politiska arbeiði Tjóðveldis.
2) Ein næstformaður, ið ikki er valdur politikari, er formaður í aðalstjórnini.
3) Ein næstformaður, ið er valdur løgtingslimur, hevur ábyrgdina av samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin.
4) Kassameistarin, ið hevur eftirlit við og ábyrgd av fíggjarstøðu floksins.
5) Eitt umboð, valt av tingbólkinum.
6) Eitt umboð, valt av Unga Tjóðveldinum
7) Eitt umboð, valt av flokstinginum, men sum ikki er valdur politikari. Hetta umboð virkar eisini í staði aðalstjórnarformansins, um hesin hevur forfall.
Kapittul 11
Tingbólkurin
§ 29. Løgtingsumboð Tjóðveldis skipa seg í tingbólk.
Stk. 2. Tingbólkurin skipar seg við formanni, næstformanni og politiskum framsøgufólkum.
Stk. 3. Tingbólkurin kann umskipa seg eftir tørvi.
Kapittul 12
Uppstilling til val
Uppstilling til løgtingsval
§ 30. Økisfelagið hevur ábyrgdina av at stilla upp valevni, ið eru limir í Tjóðveldi, til løgtingsval.
Stk. 2. Stillað verður upp soleiðis:
1) Norðoya Tjóðveldisfelag: 5 valevni.
2) Eysturoyar Tjóðveldisfelag: 8 Valevni.
3) Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag: 4 valevni.
4) Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag: 15 valevni.
5) Vága Tjóðveldisfelag: 3 valevni.
6) Sandoyar Tjóðveldisfelag: 2 valevni.
7) Suðuroyar Tjóðveldisfelag: 4 valevni.
8) Unga Tjóðveldið 2 valevni.
Stk. 3. Økisfelagið skal stilla ásetta talið av valevnum upp.
Stk.. 4. Í uppstillingini skal økisfelagið tryggja, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.
Uppstilling til kommunuval
§ 31. Verður stillað upp politiskt til bý- ella bygdaráðsval í navni Tjóðveldis, hevur økisfelagið ábyrgdina av uppstillingini.
Stk. 2. Í uppstillingini skal tryggjast, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.
Kapittul 13
Átroðkandi politisk mál
§ 32. Eru átrokandi politisk mál á skránni, kann floksformaðurin ella aðalstjórnarformaðurin kalla saman til bráðfeingis eykafloksting við styttri freist enn til vanligt eykafloksting.
Stk. 2. Floksformaðurin ásetir skrá, tíð og stað fyri bráðfeingis eykaflokstingi sambært hesi grein.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 17 um atkvøðurætt á flokstingi eru galdandi. Umboðslimir, sum ikki fáa møtt á bráfeingis eykaflokstingi kunnu tó atkvøða gjøgnum telefonina.
§ 33. Aðalstjórnin og tingbólkurin viðgera í felag týðandi politiskar avgerðir, herundir skipan av landsstýri, uppsøgn av samgongu og tilnevning av landsstýrisfólkum.
§ 34. Aðalstjórnin og tingbólkurin gera tilmæli um val av landsstýrisfólkum, sum tingbólkurin tekur avgerð um.
Stk. 2. Fær uppskot til landsstýrisfólk, eftir stk. 1., við atkvøðugreiðslu í tingbólkinum, ikki stuðul frá einum meiriluta í tingbólkinum, kann floksformaðurin taka endaligu avgerðina.
Kapittul 14
Útihýsing
§ 35. Sum evsta vald Tjóðveldis kunnu floksting og eykafloksting útihýsa limum úr Tjóðveldi sambært § 3.
Stk. 2. Útihýsing av limi skal verða greitt tilskilað á endaligu skránni fyri flokstingið ella eykaflokstingið. Skráin verður fráboðað øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis sambært ásetingunum um hetta í kap. 6 ella 7.
Stk. 3. Útihýsing av limi kann einans fremjast, um minst 2/3 av møttu umboðslimunum atkvøða fyri.