Aðalstjórn

• Óluva Kletsskarð, aðalstjórnarformaður
• Ása Mikkelsen
• Heini Holm
• Tórbjørn Jacobsen
• Jógvan Ravnsfjall
• Gunnar Bjarnasson
• Annita á Fríðrksmør
• Maria Jacobsen
• Tór - Marni Weihe

 

Skrivari: Áki Andreasen, floksskrivari

Í skipan floksins stendur m.a. um aðalstjórn:

 

Kapittul 8
Val av aðalstjórn og starvsnevnd

§ 22. Aðalstjórnin er sett saman av starvsnevndini og limum valdir sbrt. stk. 2. Aðalstjórnin hevur 14 limir og 10 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn.
Stk. 2. Økisfeløgini velja 7 limir og 7 tiltakslimir, Unga Tjóðveldið kann velja 1 lim og 1 tiltakslim. Tá ið flokstingið verður sett fær tingformaðurin fráboðan um, hvørji eru vald.
 

§ 23. Teir 6 limirnir, sum mynda starvsnevndina, verða valdir á árliga flokstinginum.
Stk. 2. Flokstingið velur 5 limir og 1 tiltakslim, og tingbólkurin velur 1 lim og 1 tiltakslim. Sitandi starvsnevnd er í uppskoti til afturval, hava hon ella limir í henni ikki frammanundan boðað frá, at tikið verður ikki við afturvali.
Stk. 3. Starvsnevndarvalið fer fram soleiðis:

1) Flokstingið velur floksformannin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
2) Flokstingið velur ein næstformann, sum eisini verður aðalstjórnarformaður. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
3) Flokstingið velur ein næstformann við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
4) Flokstingið velur kassameistara. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
5) Tingbólkurin velur sínámillum eitt umboð og ein tiltakslim í starvsnevndina.
6) Flokstingið velur eitt umboð. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins. Hetta umboð virkar eisini í staði aðalstjórnarformansins, um hesin hevur forfall.
7) Flokstingið velur at enda ein tiltakslim í starvsnevndina.

Stk. 4. Unga Tjóðveldið kann velja eitt umboð í starvsnevndina.

 

 

Kapittul 9
Aðalstjórnin

§ 24. Aðalstjórnin skal serstakliga virka fyri neyvum samstarvi millum øll liðini í bygnaði Tjóðveldis.
 

§ 25. Formaðurin í aðalstjórnini kallar stjórnina saman eftir tørvi.
Stk. 2. Aðalstjórnin skal kallast saman, tá ið í minsta lagi tveir aðalstjórnarlimir ella floksformaðurin krevja tað.
 

§ 26. Aðalstjórnin ger eina ársætlan fyri politiska virksemi floksins uttan fyri parlamentariska arbeiðið.
Stk. 2. Ársætlanin skal verða liðug í januar mánaði.
Stk. 3. Ársætlanin verður framd í samstarvi við økisfeløgini og tingmanningina