Vælkomin á mína heimasíðu
Tá eg havi latið meg stilla upp til komandi løgtingsval, so er tað tí, at eg havi nøkur serstøk áhugamál at arbeiða fyri.
- At vit fáa eitt sjálvberandi samfelag
- At fólk á sjónum og á landi fáa fullgóðan vinning av arbeiði sínum
- At øllum borgarum verður tryggjað ein fullgóð eftirløn
- At sjúkrahúsverkið virkar munandi betur, so at tað stendur mát
við heimsins bestu
- At mál og mentan standa tíðarinnar og altjóða krøv
Eg eri føddur og uppvaksin í Skopun. Flutti sum 12 ára gamal til Reykjavíkar saman við foreldrum og systkjum. Eg havið gingið í skúla í Íslandi, har eg seinri lærdi til kokk og gartnara. Var aktivur í tónleikaumhvørvinum í Reykjavík, har eg luttók í ymiskum bólkum. Var virkin í Føroyingafelagnum í Reykjavík, m.a. sum nevndarlimur.
Í Íslandi lærdi eg, hvat tað var at liva í einum frælsum landi og gjørdist tí skjótt politiskt virkin og helt fram við politiskum virksemi í Tjóveldisflokkinum, tá eg flutti aftur til Føroya í 1972.
Føddur: 22.06.1952
Foreldur: Jóhan Hendrik og Fridrikka Poulsen
Hjúnafelagi: Jonna Krog Poulsen
Børn: Mia (1979) og Ólavur Enni (1982)
Útbúgving: Kokkur og gartnari
Yrki: Útvarpsmaður, starvist í Kringvarpi Føroya. Havi annars starvað sum hjálpari í Sjónvarpi Føroya og sum lokalur framleiðsluleiðari í fleiri spæli- og dokumentarfilmum, sum hava verið tiknir upp í Føroyum.
Álitisstørv: Havi verið virkin í ungmannafeløgunum í Skopun og á Sandi, nevndarlimur í fleiri ár. Tók stig til at stovna Sandoyar Tjóðveldisfelag i 1974. Var formaður felagsins til 1987.
Heimstaður: Ovari Vegur 51, 210 Sandur
Teldupostur: elis@kringvarp.fo
Telefon 361041 / 214611