Myndasavn

 Her eru ymiskar myndir, sum hvør sær geva eitt lítið innlit í partar av lívi mínum.    
     

 

Mær dámar óalmindiliga væl at havsvimja. Vit eru fleiri, sum plaga at loypa á bláman eina ferð um vikuna ella so. Ein frálíkur máti at slappa av uppá ein virknan hátt, og samstudis njóta fantastiska lívið undir vatnskorpuni. Her eru vit í Tjørnuvík í august 2011. Medaljan er wannabe - fekk hana um hálsin frá einum, sum svam um Nólsoyarfjørð dagin fyri ;O) 

 

   

 

 

Al Gore vitjaði í Føroyum í apríl 2008. Vinnuhúsið beyð honum higar at halda fyrilestur um globalu upphitingina og veðurlagsbroytingarnar. Hann fekk í 2007 friðarheiðursløn Nobels saman við veðurlagsnevndini hjá ST. Filmur hansara "An Inconvenient Truth" vann tveir Oscar.

Sum landsstýriskvinna í Vinnumálum fekk eg høvi stutt at heilsa uppa Al Gore. Hann er ikki eins karismatiskur og Bill Clinton, men, hann hevur megnað at nýta tað, at hann er heimskendur, til at varpa ljós á eitt týdningarmikið mál.

 

   

 

Ms. Fredericka Gregory, sendikvinna hjá Kanada í Danmark, vitjaði meg í Vinnumálaráðnum í juni 2008. Henni dámdi serstakliga væl, og hevur vitjað fleiri ferðir.  

 

Vit tosaðu um handilspolitiskar raðfestingar og vit vóru samdar um, at tað eru fleiri møguleikar fyri øktari samvinnu millum Føroyar og Kanada – eitt nú øktur útflutningur av fiskavørum og veiðitøkni, menning og gransking innan aling, KT-útgerð og samskiftisskipanir og innflutningur av timbri og timburvørum. Og vit avtalaðu at arbeiða víðari við hesum.
 

 

   

 

 

Hesa myndina av mær hevur Sunva Eysturoy Lassen tikið.

   
 

 

Omma mín, Petra Samuelsen, fødd Gregersen, úr Syrðugøtu. Á fanginum mítt 11. gummubarn - fitti Pál Vang Samuelsen:)

Omma var ein heilt serstakur persónur í mínum lívi. Hon stuðlaði mær av fullum huga, tá eg valdi at fara uppí politikk. Omman doyði í mars 2009, og eg sakni hana hvønn einasta dag.

 

   

 

Hjørdis stórasysti, Dánjal lítlibeiggi og eg undir Glasheyggi á Ólavsøku.

 

 

 

 

Ragnhild og Torstein saman við systkinabarninum, Heðini, við Gívrunarfót á Sandi haðani mamma mín er slektað.

 

   

Heima hjá Ebbu og Anfinni Debes undir Glasheyggi á Ólavsøku 2008. Ebba er systkinnabarn pápa mín. Pápi hennara, Edvard, var abbabeiggi mín. At savnast við familjuni til eina hugnaløtu við sangi og tónleiki, er eitt hæddarpunkt á hvørjari ólavsøku. Anfinnur er nú farin, men Ebba er framvegis ein vøkur, sterk og klók kvinna.

 

   

 

Hóast eg heri sveimi høgt, so er trygdarlína á. Soleiðis er ikki altíð í politikki. Har mást tú hava dirivið at taka avgerðir og loypa úti tað, hóast tú ikki við fullari vissu veitst, hvar tú lendir.   Myndin er annar úr Kroatia, summarið 2005.