Í 8 ár hava vit bíða eftir nýskipanum, so hetta landið verður skipað meira effektivt, so kostnaðarstøðið kann lækka og so trivnaðurin kann vaksa. Men, her er lítið hent, hóast ABC hevur havt stóran meiriluta á tingi.
Fiskivinnan er ikki fingin á føtur. Arbeiðsloysið er sloppið at vaksa. Eingi nýggj arbeiðspláss eru skapt. Fráflyting er ikki vend til tilflyting. Vit hava ikki ment varandi orkukeldur. Og vit hava ikki fingið fjølbroyttari og bíligari bústaðir. Skulu vit hava loyst hesar avbjóðingar og taka ábyrgd av egnum landi, mugu vit fáa ein sterka og virkisføra stjórn. Tað eru hesi mál, eg bjóði meg fram at vera við til at loysa, komandi fýra árini.
Framum alt, vil eg arbeiða fyri, at vit gerast sjálvbjargin. Álit á egnari megi er fyritreytin fyri framburði - hjá tí einstaka, og hjá einari tjóð.
Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Tjóðveldi er sannført um, at megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki. Vit lova ikki gull og grønar skógir. Men, vit lova, at taka ábyrgd!
Tú kanst gera stóran mun við at velja rætt 29. oktober!

Á hesi síðuni kanst tú lesa um meg og mítt politiska virksemi, sum umboð fyri Tjóðveldi. Undir "Greinar", kanst tú lesa flestu av mínum greinum.
Eg varð vald á ting á løgtingsvalinum 18. januar 2008. Hesi skjótt fýra árini í politikki havi eg fyrst verið landsstýriskvinna í vinnumálum og síðani tingkvinna. Í Løgtinginum eri eg limur í Rættarnevndini og Vinnunevndini.
Tú ert altíð væl komin til at skriva til mín á bjosam@olivant.fo ella á Facebook.
- Hjá okkara ungu at nema sær góðar útbúgvingar
- Hjá okkara vinnu at nýskapa
- Hjá okkara granskarum at vera partur av altjóða universitetsumhvørvi
- Hjá okkara búskapi at vaksa gjøgnum evropiska búskaparliga samstarvið (EBS)
- Hjá okkara heilsuverki at samstarva við onnur lond um betri heilsutænastur
- Hjá okkara listafólki og ítróttarfólki at menna og nýta síni talentir
- Hjá okkara borgarum, ið bera eitthvørt brek, at vera við í samfelagnum á jøvnum føti
Nú fara vit at seta fokus á møguleikan at nýta allar kreativar kreftir til at fremja nýskapan og harvið búskaparligan vøkstur og valferð.
Sum sjálvstøðug tjóð fáa vit somu møguleikar sum onnur lond at taka lut og at taka ábyrgd í menningini og framburðinum.
Vit mugu velja fólk á ting, ið vilja og evna at síggja og at troyta møguleikarnar.
Gott val!
Í valstríðnum leggi eg dent á, at vit skulu skapa møguleikar og byggja okkara avgerðir á vitan. Eg vil gera mítt til, at vit fara at:
• seta útbúgving og vitan í hásæti
• skapa møguleikar fyri íverksetarar og nýggjar vinnur
• byggja ein sterkan búskap
• seta fokus á heilsuliga og sosiala trygd
• taka ábyrgd av umhvørvinum