Um meg sjálva
Bergtóra Høgnadóttir
Fødd: 15. februar 1971 – sostatt vorðin prime time kvinna í ár
Foreldur: Karin Kjølbro og Høgni Debes Joensen
Hjúnarfelagi: Ragnar Dam
Børn: Tvíburarnir Karin og Beinta, føddar í 2000
Útbúgving:
Sosialráðgevi, umframt tvær eftirútbúgvingar sum supervisor og trætuloysari.
Yrki:
Tingkvinna síðani 19, januar 2008. Havi eisini nakrar uppgávur sum coach og undirvísing um samskiftið og starvsfólkaviðurskifti. HR-mennari í Eik. Eftir loknan lestur í 1997 arbeitt í psykiatriini, Kriminalforsorgini og við rúmliga arbeiðsmarknaðinum. Harumframt konsulentuppgávur viðvíkjandi starvsfólkaøkinum og samskifti.
Álitisstørv:
Vald á ting við valið 19. januar 2008.
Forkvinna fyri tingbólkin, meðan Annita á Fríðsriksmørk var í farlóyvi fra mars – sept 2008
Limur í Trivnaðarnevndini og Lokalnevndini
Umboði Tjóðveldi í Útnorðurráðnum
Ymist:
Skúlastýrisforkvinna í Hoyvíkar Skúla
Forkvinna í Sosialráðgevafelag Føroya frá 2005 - 2007
Var við í arbeiðsbólkinum í 2008 sum arbeiddi við evninum: javnvaígan millum familju og arbeiðslív
Heimstaður:
Hoyvík
Telefon: 316011
Fartelefon: 286011
Email: bergtoraj@logting.fo
Arbeiðsroyndir eftir loknan lestur:
Málsviðgeri á sosialsentri, sosialráðgevi í Kriminalforsorgini á Nørrebrúgv, virkiskonsulentur innan rúmliga arbeiðsmarknaðin. Flutti til Føroya í 2005. Arbeiddi fyrst sum sosialráðgevi í psykiatriini, og síðani sum verkætlanarfólk í SB-verkætlanini, sum hevði til endamáls at fáa sálarsjúk út á arbeiðsmarkanaðin aftur - og tað eydnaðist!
Tá eg fór upp í politikk hevði eg verið HR-mennari í Eik í smá 2 ár.
Sjálvboði arbeiði:
Lutvís sum ráðgevi á AIDS-linjuni í Keypmannahavn og lutvís í anonymari ráðgeving.