Greinar

Her kanst tú lesa nakrar av greinum og røðum mínum - kom  endiliga við viðmerkingum, um tú ert samd ella ósamd
Visti tú at.....
 

Av teimum sum hava verið sjúk í eitt ár kemur bert ein út av 10 til arbeiðis aftur? Og at fleiri longu hava mist arbeiðið, tá tey hava verið sjúkrameldað í 12 vikur? Tað vístu hagtøl úr Danmark og neyvan er støðan frægari her.   

Tí er sera umráðandi at virka skjótt, tá fólk gerast sjúk.

 

Í arbeiði mínum sum virkiskonsulentur uttanlanda  var leiklutur mín var saman við tí sjúka, arbeiðsgevaranum og yrkisfelagnum hjá tí sjúka at finna munagóðar loysnir, so viðkomandi kundi  koma til arbeiðis aftur sum skjótast, men á ein skynsaman hátt. Vit plagdu at virka fyri at finna eina loysn, har allir partar høvdu “ein góðan smakk í munninum”.

 

Fyrsta stig á leiðini var ein sonevnd rundborðssamrøða. Hetta var ein fundur har hin sjúki, arbeiðsgevarin, umboð úr yrkisfelagnum og virkiskonsulenturin tosaðu um støðuna. Tosa varð ikki so nógv um sjálva sjúkuna, men um tørvin hjá tí sjúka. Til dømis, hvat viðkomandi megnaði hóast sjúkuna og hvørji atlit skuldu takast. Fleiri høvdu sjálvi hugskot til, hvørjar uppgávur tey megnaðu. Tosa varð um, hvussu nógvar tímar tey megnaðu at arbeiða, nær ráðiligt var at byrja o.s.fr. Viðhvørt var eisini lækni, sálarfrøðingur  ella fysioterapeutur við á fundinum.

Aloftast var tað ikki stórvegis trupulleiki at finna munagóðar loysnir. Allir partar gleddust. Hin sjúki tí hann nú ikki bert var passivt sjúkur, men eisini fekk verið saman við starvsfeløgum sínum og brúk var fyri honum. Ofta er tað nevniliga so, at tað ávirkar sjálvsvirðið hjá fólki rættuliga skjótt, tá tey eru vorðin sjúk og eisini er greitt, at trupult kann vera, at fáa fótin inn á arbeiðsmarknaðin aftur, um ein er útihýstur/ sagdur úr starvi.

Tá tað eydnast at finna varandi loysnir  fegnast eisini starvsfelagarnir og arbeiðsgevarin við. Starvsfelagir kenna seg tryggar, vitandi at um “eg gerist sjúk/ur er rúm fyri mær kortini.” Vit funnu mangan loysnir, bæði tá fólk vóru sjúk eitt tíðarskeið, men eisini um fólk høvdu eina varandi sjúku.

Fundurin fann sjálvandi bert stað, tá hin sjúki kendi seg nóg birgan til tess, og tá partarnir vóru áhugaðir í einari losyn.

Pointið er, at meðan sjukradagpengamál er avgreiðslumál í Føroyum burtur av, tí einki munagott verður gjørt til tess at fylgja munnliga upp á dagpengamálini, verða tey sum eru sjúk í Danmark boðin til samrøðu á tí sum svarar til Almannastovuni, tá tey hava verið sjúk í 8 vikur. Tað er eitt lógarkrav. Prógvað er, at jú fyrr sovorðin mál verða viðgjørd, tess munagóðari og bíligari gerast loysnirnar.

Hugvekjandi, haldi eg. So eg haldi at vit áttu  at tryggja, at sjúkradagpeningamál ikki bert eru avgreiðslumál.

Arbeiðsmarknaðurin er tað eg brenni fyri, nevniliga, at øll hava nakað at fara upp til – eisini tey við skerdum førleika. Tøl úr DK vísa, at seinasta árið eru 25.000 nýggj fólk  við skerdum førleika komin inn á arbeiðsmarknaðin. Flutt til føroysk tøl, kundi talan verið um 250 fólk – ein gloypubiti fyri samfelagið. Eg veit, at tað ber til - eisini her – sjálvandi við serligum átøkum.  Ofta verður hildið, at fólk annaðhvørt skulu hava pensión ella arbeiða fulla tíð. Sannleikin er ikki  annað hvørt, men bæði og. Mong teirra kunnu og vilja fegin  arbeiða nakað. Megna vit tað ikki nú, verður tað ongantíð. Sum er fáa 8% af føroyingunum fyritíðarpensjón.

Lat okkum bretta upp um armar og virka fyri at arbeiðsmarknaðurin av álvara gerst rúmligur eisini í Føroyum. Ráðið fyri Breka, Vinnuhúsið og samtak hava gjørt greitt, at tey vilja virka fyri hesum. Eg fari at arbeiða fyri einum rúmligum arbeiðsmarknaði, um eg verði vald á ting komandi val.

Starvsfólkarøkt – hví tað?
 

Hugaligt at hoyra tær báðar hollu Marjun Eystberg og Ásvør Skaalum tosa um starvsfólkarøkt í Degi og Viku. Og ein kann ikki annað enn at fegnast um, at ljós verður varpað á hetta týdnaðarmikla øki.

Sum HR-mennari í Eik havi eg samstarvað við nógv spennandi almenn og privat arbeiðspláss. Og sigast má, at stórur munur er á, hvør hugburðurin til starvsfólkarøkt er á ymsu arbeiðsplássunum.

Summi spyrja um hetta við starvsfólkarøkt og trivnaði er ein poppsmartur trendur, ella um tað veruliga komið fyri at vera. Eg í myndi mær, at starvfólkarøkt og trivnaður er komið fyri at vera, og fleiri orsøkir eru til tess.

Tað vísir seg nevniliga, at starvsfólk sum trívast væl:

  • Skifta ikki arbeiðspláss, líka javnan sum onnur
  • Hava færri sjúkradagar enn onnur
  • Fáa meiri frá hondini, eru effekivari
  • Gera færri villur
  • Tekkjast nýggjari arbeiðsmegi

Øll vita vit, at landinum tørvar arbeisðmegi og at arbeiðsloysið er metlágt. Tí er talan um eina vinn/vinn støðu hjá øllum pørtum um og starvsfólkarøkt verður raðfest. Hóast fleiri  almenn og privat arbeiðspláss virka fyri einari góðari starvsfólkarøkt, er enn langt á mál í fleiri førum.

Skilabest hevði tí verið, um ein verulig trivnaðarætlan bleiv raðfest. Eg meini, at vit politiskt áttu at   játta pening til eina trivnaðarætlan.

Kapping er um bestu starvsfólkini, og tað er ein sannroynd, at hjá nógvum skal ikki so nógv til, fyrr enn tey leita sær eftir nýggjum avbjóðingum. Kanningar vísa, at tað tekur umleið 2 ár at læra eitt starvsfólk upp. Tað vil siga, at tað kostar einum arbeiðsplássi nógvan pening, hvørja ferð eitt starvsfólk velur at siga upp. Trist at hugsa um, ikki minst innan almanna – og heilsuøki har fíggjarætlaninirnar sum er eru skornar inn á bein.

Ein partur av starvsfólkarøktini nýtist ikki at kosta so nógvan pening. Tað veri seg jaligur andi, viðurkenning, ávirkan á arbeiðsdagin og raðfesting av uppgávum. Men tá talan er um menning, so sum eftirútbúgving og skeiðir kostar tað sjálvsagt. Hoyrdi ein fyrilestur hjá HR-stjóaranum hjá TDC. Hon hevði hendan hugburðin til førleikamenning: “Der er mange der spørger, hvorfor vi dog bruger så store summer på videre –og efteruddannelse, for hvad hvis folk forlader os efter endt uddannelse. Jeg mener, at alternativet ville være værre. Altså hvis folk forblev hos os, uden at blive klædt optimalt på til at løse arbejdsopgaverne!”

Ja, verulig starvsfólkarøkt er av sonnum enn eitt dømi um, at tað eru bleytu virðini sum skapa hørðu úrslitini!

www.tjodveldi.fo/bergtora

Segði nakar valflesk??
 

Tað er bert at fegnast um, at flestu flokkar gera sítt allarbesta til tess at bøta um støðuna hjá støku uppihaldarunum....... í hesum døgum. Ljóðar væl bæði við uppskotinum frá Tjóðveldi og frá landsstýrismanninum í Almanna –og heilsumálum.

Men mín sann-mín sann, nú vil Jørgen Niclasen hava, at allar lágløntu familjurnar fáa betri umstøður og ikki bert tey støku. Støku uppihaldarirnir kunnu jú hava eina góða inntøku, og harvið ongan serligan tørv, meinar Jørgen. Rætt er tað, men um vit tosa um eina familju við tveimum uppihaldarum fáa tey botnfrádrátt x 2, meðan staki uppihaldarin bert fær botnfrádrátt x 1. So har ein stórur munur. Frádrátturin er jú 26.000 kr um árið.

 

Og so eitt afturat. Tað er jú verandi samgonga sum trumfaði verandi skattastiga ígjøgnum – hóast millum annað fleiri yrkisfeløg talaðu at, og royndu at gera samgonguna varuga við mismunin, sum tey lágløntu vóru fyri. Veit ikki, um eg haldi tað vera rørandi, stoytandi ella pínligt, at tú nú vilt bøta um korini hjá teim lágløntu.

 

Sjálv haldi eg, at tað væl kann vera, at tað er rætt at gera nakað við støðuna hjá teim lágløntu, men blanda ikki alt saman í ein ellubita. Annað nýtist undir ongum umstøðum at útiloka hitt, og eingin ivi er um, at staki uppihaldarin hevur verið við sviðusoð alt ov leingi.

 

Bergtóra Høgnadóttir Joensen

14.september røða
 

Góðu tjóðveldisfólk

Góðu vestmenningar

 

Tað kenst fjálgt at halda sína politisku jomfrútalu í Vestmanna. Her havi eg havt nógvar góðar upplivingar, og her havi eg hitt  fólk, sum fingu serligan týðning í lívi mínum.

 

Ein av bestu vinkonum mínum var úr Vestmanna

Ein yndissvágur mín er hiðani og

minnist mangan steðgin her á veg út í heim, og nógvar løtur á kaiini í Vestmanna, tá eg tók ímóti onkrum kærum.

 

Fyri flestu okkara skýnur sólin altíð í Føroyum- bæði beinleiðis og í fluttari merking, tá vit búgva uttanlands. Soleiðis var eisini við mær. Hóast eg havi góð vinfólk og starvsfelagar í DK, so vóru tað kenslan, felagsskapurin, móðirmálið og felags upplivingarnar við føroyingar, ið gjørdu munin. Tí var eisini umráðandi at flyta heim, áðrenn børn míni skuldu í skúla.

 

Hvussu ber tað til, at vit eru so mong, ið hava tað so? hóast vit grenja um veður, politikkarar og annað mangt, so er tað her vit vilja vera. Hiðani gongur verð okkara. Men hví vilja so ikki øll eiga og ráða í hesum landið? Sigurð Joensen, sum umboðaði Norðstreym á tingi í mong ár sigur, at frælsi kann ikki býtast – annaðhvørt er landið frælst  ella ófrælst.

 

14. sept. er frælsisdagur føroyinga. Hetta skuldi verið tjóðardagur okkara á sama hátt sum norðmenn halda 17. mai og íslendingar 17. juni. Í BÁÐUM FØRUM DAGURIN TEIR FINGU FRÆLSI frá Danmark.  Ommur og abbar okkara valdu frælsið í 14. sept. 1946 í einum samfelagi har  kanska minni enn 5% av fólkinum hevði heitt vatn , og fjøldin hevði bukku. Tey høvdu dirvi og dreymar fyri øllum børnum sínum, ið vóru fødd undir krígnum. Stutt undan hesum, høvdu íslendingar sett tjóðveldið á stovn. Tey vóru so fátøk har, at tey áttu onki at missa.

 

Vit eru vorðin ríkari og ríkari fyri hvørt val.  Tað er svongd teirra mettu, har DK skal verða bæði  reim, seðlar og blæa, ið er ein forðan. Ofta hava vit hoyrt ræðusøgur  um íslendingar, ið hava tað so ringt. Fjøldin hevur tvey arbeiði verður sagt.  Takið tey í dag. Eitt av heimsins ríkastu londum, har fólkaheilsan  er betur enn okkara. Vit kunnu leggja aftrat. Hava tey havt tað hart, so er heilsan ikki viknað, og tey hava havt eitt strev við meining í. Í máli okkara finst ørgrynna av orðatøkum, ið lýsa slíkt. ”Søtur er sjálvgivin biti, og best er hvíldin  eftir lokið strev. Hann sum ofta rør út, hann fiskar umsíðir. Orðtaki fyri hitt øvugta kenna vit eisini nevniliga: Posamatur er ódrúgvur. Tað sum kemur lætt, tað fer lætt.

 

Bakkøst hava okkum eisini verið fyri.  Skal ikki koma við skuldsetingum móti nøkrum frá húsagangi okkara  í 1993 annað enn , at okkurt lærdu vit, nevniliga, at ongin kom og bjargaði okkum. Vit máttu sjálvi rudda upp. Og tað er gott fyri okkum og okkara politiska sjálvsálit at vita í dag, at tað ber til, og vit megnaðu tað.

 

Vit – familja mín og eg -  stórtrívast, nú vit hava verið her í hálvt 3 ár. Kortini eru fleiri viðurskifti, ið harma meg samfelagsliga.

 

Nógv av teimum, ið valdu útbúgvingar í almanna, heilsu,- og skúlaverki velja nýggjar leiðir. Um orsøkin bert var ynski um nýggjar avbj&oacut