Vælkomin
Vælkomin á mína persónligu heimasíðu


Tann, sum selur frælsi sítt fyri tryggleika, hevur ikki uppiborið frælsi og heldur ikki tryggleika.

-Benjamin Franklin

Og hvørki frælsi ella tryggleika fær hann.
-Rocco Galati

Eg havi bjóðað meg fram sum valevni, men hvørjum standi eg fyri?

* Sjálvandi eri eg fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðugar sum skjótast, við einari greiðari og tryggari tilgongd.

Tá tað kemur til spurningin um høgra/vinstra, er støðan nakað meiri samansett:

* Tey, sum ikki megna at klára seg sjálvi, skulu sjálvsagt hava góðan stuðul, eisini um tey kanska hava nakað av "skyldini" sjálvi.

* Avlamispensionistar skulu hava eina góða pensión, í okkara ríka samfelag mugu tey hava ráð til at liva eitt gott lív, og ikki bara yvirliva.

* Hví skulu øll hava tað sama í pensión? (grundupphædd/samhaldsfasti) Tey, sum eru so heppin at fáa eina góða pensión frammanundan, nýtast ikki at fáa nakað serligt í almennari pensión, á tann hátt hevði verið ráð til at givið hinum eina munandi betri pensión.

* Skattalætti skal ikki bert vera fyri tey, sum tjena mest.

* Persónliga frælsi er sera virðismikið, ongar avmarkingar skulu vera í trúðar-, tali- ella skrivifrælsi. Fólk skulu vera fræls at gera og hugsa, hvat tey vilja, so leingi tað, tey gera, ikki gongur út yvir frælsið hjá øðrum.

* Hóttan um yvirgang o.t. er IKKI nóg góð grund til at skerja frælsi hins einstaka.

* Allir miðlar, eisini internetið, skulu vera fríir fyri sensur.

Tá ið vinnulív umræður, eri eg liberalur:

* Ongin rakstrarstuðul skal latast til nakra vinnu, tó so, verandi skipanir mugu avtakast við skili, so fylgjurnar ikki vera óneyðuga harðar.

* Rentustuðul er til skaða fyri lántakaran, men nú er ov seint at minka hann, skaðin er hendur, og 1000'avís av fólki høvdu komið illa fyri, um stuðulin varð lækkaður nú.

* Líka so natúrligt tað er, at vit gjalda til eigaran fyri at skjóta harur og fiska á vøtnum, líka so natúrligt er tað, at tey, sum brúka tilfeingið hjá Føroya fólki, gjalda fyri tað. Aftur her má tó farast varliga fram, tí skaðin er partvís longu hendur, nógv reiðarí hava longu goldið tilfeingisgjald til privatar langt fram í tíðina.

Eg svari fegin spurningum frá tær, bæði her á síðuni og umvegis teldupost ella telefon.
Nýggjasta frá Arna
Samband
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til mín, ert tú vælkomin at útfylla oyðublaðið niðanfyri.
Navn 
Teldupostur 
Fyrispurningur