Lýsing

Heini Hátun

Frá hjartanum:

Tað eru tvey ting, eg trúgvi uppá:

Annað er, at alt, sum mann tekur fulla ábyrgd fyri, ger mann betri. Hitt er ómetaliga virðið í at draga eina línu, arbeiða saman.

Hesi bæði virðini ganga aftur í øllum tí, eg arbeiði fyri politiskt. Her eru nøkur mál:

 

1 Vit skula hava fult ræði og fulla ábyrgd av okkara landi.

Har er sjón fyri søgn. Hvørja ferð, vit taka størri ábyrgd á okkum sum land, mennast vit. Tá vit taka fulla ábyrgd, fer menning og nýhugsan at blóma sum aldrin fyrr, í stórum og smáum.

Vit hava eina heilt serliga samanrenning: eitt lítið, vælútbúgvið fólk við einum stórum tilfeingi í einum fjarskotnum landi. Hetta eru bestu fortreytir fyri einari sameindari og væl skipaðari tjóð.

 

2 Vinnulív, sum ber seg, mennist og tryggjar felags ríkidømið

Alt hongur saman. At arbeiða fyri at menna sítt yrki ella sína fyritøku er eisini at arbeiða fyri sítt land. Føroyskar fyritøkur eru okkara vøddar, sum flyta okkum framá. Tí skulu tær vera nógvar, sunnar og sterkar.

 

At tað gongur væl í vinnuni er avgerandi fyri, at vit framhaldandi eru eitt eydnusamt fólk, so tí er eisini týdningarmikið, at vinnan letur nakað aftur til samfelagið, umframt at menna seg sjálva.

 

Stóra vinnugreinin havbúnaður er eitt øki, har vit mugu hava eina langtíðar visjón fyri Føroyar. Granska meir, so fleiri vinnumøguleikar koma til sjóndar. Ansa eftir, at valdsjavnvágin í vinnuni er gagnlig. Og at fólkið, sum jú eigur aliøkið, fær sítt burturúr.

 

Grønmeti skulu vit framleiða sjálvi – og annað við!

Í Sandoynni hava vit sett grønmetisframleiðslu á dagsskránna. Bera vit okkum rætt at, draga eina línu, fáa allar aktørar og stovnar við, kunnu vit framleiða minst helvtina av tí grønmetinum, vit eta, í Føroyum. Vit eiga at gera tað, sum skal til, fyri at røkka hesum máli.

 

3 Raðfesta nútímansgerð og talgilding av almennum tænastum.

Almennar tænastur skulu vera so ódýrar sum til ber, og samstundis tæna nútíðar borgarum. Talgilding er tí ein skilagóð íløga, sum samstundis stimbrar føroyskari KT-vinnu.

 

4 Almennar verkætlanir, sum eydnast

Tá tað almenna fer í holt við stórar verkætlanir, mugu vit kunna líta á, at kostnaðurin heldur, og at dygdin er í lagi. Her duga vit ikki nógv væl. Vit mugu hava meira vitan um verkætlanarleiðslu inn í almennu skipanina. Vitanin er tøk – hon skal bara raðfestast og virðast.

 

5 Skapa altjóða sambond og læra frá øðrum.

Eitt lítið land hevur brúk fyri vinum heldur enn eigarum. Vit skulu hava góð sambond við grannalond, við aðrar stórhavstjóðir, við onnur smá fólkasløg. Út at læra og savna vitan – heimaftur at byggja land!

Vit skulu hava flog- og sjósamband við nógv lond. Tað stuðlar margfeldinum í vinnu og mentan.

 

6 Ítróttarúrslit á altjóða stigi, sum vit øll kunnu vera errin um

Sjálvandi skulu føroysk ítróttarfólk kappast undir Merkinum og við tjóðini at stuðla sær! Er hetta ein veruleiki, kunnu okkara ítróttarfólk seta sær høg mál og droyma stórt – og landið alt kann verða errið av avrikunum.

Standa ítróttargreinarnar betri saman, við felags venjingarmiðdeplum og við at læra hvør frá øðrum, er nógv størri møguleiki fyri at skapa stór úrslit enn um hvør ítróttargrein arbeiðir í sjálvdrátti.

 

7 Javnstøða hjá foreldrum og rætturin hjá børnum

Ábyrgd styrkir. Ábyrgdin fyri eins egnu børnum er onki undantak. Børn hava brúk fyri tveimum foreldrum, sum eru før fyri at taka avgerðir og vera teirra verjar. Tí er rættast at felags foreldramyndugleiki er meginreglan, eisini tá foreldrini ikki liva saman.

Myndugleikin eigur at leggja doyin á at stuðla foreldrum í at samstarva, børnunum at frama.

 

CV

Navn: Heini Hátún

Føddur: 15. juni 1971

Foreldur: Ólavur og Ása Hátún

Sambúgvi: Katrin Petersen

Børn: Gutti og Alith

 

Útbúgving: Vinnuvenda útbúgving við denti á búskap, leiðslu, samskiftistøkni og projektleiðslu úr Skotlandi (BA Business Studies, Stirling University) og London (MSc Information Systems Management, London School of Economics).

 

Yrki: Verkætlanarleiðari hjá Talgildu Føroyum

 

Onnur viðkomandi størv:

Góðsku og tænastuleiðari hjá Fiskaaling 2012-2016.

Samskipaði Manntal 2009-2012.

Savnaði og lýsti føroyska gransking og nýmenning við hagtølum fyri Granskingarráðið og Hagstovuna 2003-2006

Projektleiðari í Noregi innan talgilding í vinnuni og tí almenna 2000-2003

Formaður á alibrúki í 4 ár.

Havi harumframt ráðgevingarfyritøkuna Mentor og eri ein av eigarunum og stjóri í venjingarmiðstøðini Tvørmegi.

 

Áhugamál:

Eg havi stóran áhuga fyri føroyskum bátum. Mær dámar væl at fiska, ikki minst síl og laks, men eisini at fara til útróðrar. Grindadráp og fletting hava givið mær nógv, eisini. Tónleikur er serlig uppliving fyri sál og sosialan felagskap, sum eg gjarna eri við í. Eg trívist væl í ítrótti. Í mong ár hevur kappróðurin verið mín høvuðsítrótt, men frælsur ítróttur og styrkikappingar hava eisini verið.

At kunna klintra, kava, og ganga frítt í náttúruni seti eg sera høgt.

Fremsta áhugamál er tó at vera saman við børnunum.

Aðrar upplýsingar

Heimasíða: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=9386

Facebook: @heinihatuntjodveldi

Instagram: heinihatun

Email: heini.hatun@gmail.com

Telefon: 522353