Lýsing

Katrin Kallsberg

Um meg:

Eg eri 48, og eg eri mamma at tveimum fantastiskum børnum – 12 ára gomlu Sólju og 10 ára gamla Brandi. Eg starvist til dagligt sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Eg eri forkvinna í Javnstøðunevndini, umframt at eg eri virkin sum sjálvboðin í Krabbameinsfelagnum.

Eg eri fødd í Danmark og búði fyrstu 6 árini av lívinum har. Eg eri uppvaksin í Havn og á Eiði. Sum 16 ára gomul búði eg eitt ár í USA sum skiftisnæmingur. Eftir lokið studentsprógv úr Hoydølum flutti eg til Danmarkar at lesa til lækna. Eftir loknan læknalesnað fór eg várið 1995 við Læknum uttan Landamørk til Screbrenica í Bosnia, har eg starvaðist sum lækni.

Síðani gekk leiðin heim til Føroya í nøkur ár at arbeiða, til eg í 1999 flutti til Noregs at útbúgva meg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu maðurin Poul Henrik og eg heim aftur til Føroya, til okkara dreymastað í Sandagerði at skapa okkara lív við børnum. Poul Henrik andaðist í 2005 eftir drúgva krabbasjúku, og hóast hann ikki er millum okkum longur, er hann framvegis ein stórur partur av lívinum hjá mær og børnunum.

Eitt sindur av kunning í stuttum:

Flokkur: Tjóðveldi

Fødd: 30.07.1967

Foreldur: Kaj og Olga Kallsberg

Børn: Sólja og Brandur Kallsberg

Útbúgving: Serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp

Yrki: Lækni

Álitisstørv: Løgtingskvinna frá 1. september 2015.

Heimstaður: Dr. Dahlsgøta 15, FO-100 Tórshavn

Telefon: 318208

Fartelefon: 218208

Email: katrink@logting.fo