Lýsing

Jón Kragesteen

Hey og vælkomin á mína heimasíðu

Eg stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsval í 2019.

Áhugi mín fyri politikki er grundaður á eitt ynski um einar frælsar Føroyar, eitt rættvíst samfelag, har virðini verða býtt javnt, og øll hava javnbjóðis møguleikar. Í dagsins veruleika eru veðurlagsbroytingarnar ein avbjóðing, sum vit mugu gera nakað við her og nú, so at okkara eftirkomarar eisini fáa góðar liviumstøður.

 

Mín fyrsti áhugi fyri politikki byrjaði, tá ið eg sum ungur tannáringur gjørdist hugtikin av mergjaðu røðunum hjá Erlendi Patursson, sum eggjaði okkum at taka ábyrgd av okkara samfelag á øllum økjum.

Eg eri uppvaksin Havn og frá ungum havi eg verið virkin í skótaarbeiði og ítrótti, serliga í hondbólti. Seinni var eg í nevndini í Neistanum og formaður í fleiri ár. Eg eri enn virkin sum nevndarlimjur í stuðlafelagnum, venjari hjá teimum yngru og taki hond í ymsu uppgávunum, sum fylgja við einum felagsskapi.

Í 1993 gjørdist eg leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd og var tað til 2007. Eitt sera spennandi og viðkomandi arbeiði. Serligan týdning hevur tað fyri meg at hava verið við til at menna Null hugsjónina, sum snýr seg um, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.

Eg eri útbúgvin lærari og mín sannføring er, at fyritreytin fyri góðari læring er trivnaður, og høvuðsmálið er at byggja upp sjálvsálitið hjá næmingunum. Í fleiri ár havi eg skipað fyri útiskúla við tí endamálið, at børn skulu hava møguleika at uppliva við sansunum og skapa gott tilknýti til umhvørvið, náttúruna og hvønn annan. Í dag eri eg í starvi sum varaskúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Í 2015 fór eg undir masterútbúgvingina, West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management, á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ein samfelagsfrøðilig útbúgving í leiðslu og burðardyggari fyrisiting.

Burðardygd, veðulagsbroytingar, grøn orka og tað, at venda lineru brúkaramentanina til sirkulerarar brúkaraarburðir vóru meginevnini í útbúgvingini. Í 2017 vardi eg masterritgerðina, sum snúi seg um matveitingartrygd í Føroyum og kundi kalla meg samfelagsfrøðing í leiðslu og burðardyggari fyrisiting.

Útbúgvingin gav mær eitt nýtt sýni upp á samfelagsspurningar og nøkur amboð at arbeiða við teimum, ikki bara í størri samfelagsligum perspektivi, men eisini í tí smáa.

Sum dømi var eingin ivi um at keypa el-bil, tá ið bilurin skuldi skiftast út í 2017. Men í mun til upphiting av húsunum var tað ikki eins lætt at fremja í verki at skifta til grøna orku. Búði eg í vanligum sethúsi, hevði eg kunnað skift til hitapumpu ella jarðhol. Men í raðhúsaðgrannalagnum Tórsbyrgi, har eg búgvi, er felagshitaskipan, sum ikki er so líkatil at broyta. Og tí var neyðugt at arbeiða við eini felags loysn. Seinastu árini havi eg tí verið partur av eini tilgongd at binda Tórsbyrgi í sjóhitaskipanina hjá Boðanesheiminum, sum er í grannalagnum. Og eg fegnist stórliga um, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt at fara undir verkætlanina. Gongur væl, hevur grannalagið grøna orku um eitt til tvey ár.

Síðani 2018 havi eg verið við í eini vakstrarhúsverkætlan í grannalagnum, sum byggir á hugsjónina, at fáa grannaløg at dyrka grønmeti grundað á gott samlag við hvønn annan. Vakstrarhúsið í Hvamminum, sum vit nevna tað, stendur nú uppi og er karmur um eitt áhaldandi arbeiði millum grannar at menna framferðarhættir og annað.

Í 2021 varð eg valdur sum eykalimur í nevndina fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Samstundis kom eg upp í nevndina hjá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelagsfelag.

Tá ið løgtingsval útskrivað herfyri avgjørdi eg at bjóða meg fram sum valevni fyri Tjóðveldi.

Eg má siga, at eg eri fegin um valskránna, sum Tjóðveldi hevur lagt fram til løgtingsvalið 8. desember 2022. Ikki minst tí, at burðardygd – samsvar millum nýtslu og tilfeingi – er løgd sum fyritreyt fyri øllum málum. Burðardygd er fyritreyt fyri øllum samfelagsbygnaði og uttan burðardygd er einki grundarlag undir tjóðini. Burðardygd er forteytin og skal síggjast aftur í býti av samfelagsvirðum, skúlaskapi, gransking, mentan list, ítrótt, vinnulívi, samferðslu og ferðslutrygd.

Eg gleðist um at vera partur av valstríðnum og einum so góðum og kompetentum liði, sum eg haldi, at vit í Tjóðveldi eru.

 

Navn:             Jón Kragesteen

Føddur:         29. Juni 1990

Foreldur:       Hannis Kragesteen úr Havn og Jenny Kragesteen (fødd Niclassen) úr Miðvági

Hjúnafelagi: Augusta Mikkelsen úr Kvívík, dóttir Julian og Sunnevu Mikkelsen

Børn:              Unn, Tróndur, Jenný og Julian
Abbabørn:     Geyti, Summar, Ronja, Karl, Píl og Olivia

Útbúgving:    Lærari og samfelagsfrøðingur

Yrki:                Varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt

Álitiststørv:  Limur í skógfriðingarnevndini, limur í Stuðlafelag Neistans

Feløg:           Tórshavnar Manskór, Róðrarfelagið Knørrur, Sangari í Tórshavnar Manskóri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag

Heimstaður: Tórshavn

Telefon:        510449

Heimasíða:    www.tjodveldi.fo/jon

Email:        jonkragesteen@gmail.com