Lýsing

Hervør Pálsdóttir

Vælkomin á mína síðu.

Eg eiti Hervør Pálsdóttir og eg eri 27 ára gomul. Eg var fyrstu ferð vald á løgting í 2019. Í 2019 var eg
uppstillað sum valevni fyri Unga Tjóðveldið. Eg havi, so leingi eg minnist, verið tjóðveldisfólk. Eg havi altíð
brent fyri, at Føroyar gerast eitt frælst land við frælsum fólki. Tí meldaði eg meg í Unga Tjóðveldið, tá eg var
13 ár. Har havi eg verið virkin í fleiri ár. Bæði sum limur, nevndarlimur, forkvinna og seinastu árini sum
tingfólk fyri ungmannafelagið.

Eg eri ein av teimum, ið hevur flutt nógv sum barn. Vit búðu á Kambsdali, tá eg varð fødd, men síðani fluttu
vit til Havnar, og har havi eg búð stóran part av mínum lívið. Eg tók miðnámsútbúgving á Kambsdali, og í
2019 var eg útbúgvin bachelor í politikki og umsiting av Setrinum. Mítt fyrsta arbeiði var at ganga við
bløðum, og annars havi eg starvast sum handilsfólk, á kaffistovu, í almennari fyrisiting, á fiskivirki, sum
tænari og nú sum løgtingskvinna.

Míni hjartamál eru, at Føroyar gerast frælsari, samhaldsfastari, grønari og rúmligari. Hetta hongur fyri meg
óloysiliga saman. Okkara stóra ríkidømi skal koma okkum øllum til góðar. Vit skulu ganga á odda í grøna
orkuskiftinum og gerast sjálvveitandi við orku. Føroyar skulu taka altjóða ábyrgd og minka um okkara útlát
av vakstrarhúsgassum. Føroyar eru best, tá tað er rúm fyri okkum øllum, og tá vit hjálpast at at bera tyngstu
byrðarnar.

Í løgtinginum havi eg verið nevndarlimur í trivnaðarnevndini og rættarnevndini. Her havi eg arbeitt við
bústaðarpolitikki, heilsupolitikki, vælferð, náttúruvernd, veðurlagspolitikki og rættarpolitikki fyri at nevna
summi evni. Eg havi eisini verið varalimur í uttanlandsnevndini, har ið okkara uttanríkispolitikkur hevur
verið viðgjørdur, m.a. radaramálið. Í nakrar mánaðir var eg forkvinna í lokalnevndini, fram til at
lokalnevndin var niðurløgd um árskiftið 2019/20.

 

Hóast eg havi sitið í andsstøðu í tinginum, so havi eg stríðst fyri at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt. Eg havi
stríðst fyri nógvum góðum málum, og á avrikslistanum kann eg m.a. vísa á, at ókeypis sálarfrøðilig viðgerð
til ung millum 15 og 35 varð samtykt. Vit hava fingið ein flokk afturat av sjúkrarøktarfrøðingum á Setrinum.
Vit hava fingið innført samtykkilógina og sammóðurskap. Vit hava fingið hækkað neyðhjálpina.

 

Eg stillaði upp í 2019, tí eg vildi sleppa at ávirka førda politikkin í Føroyum. Eg brenni fyri at gera Føroyar
betri. Eg stilli uppaftur nú, tí eg vil sleppa at halda fram við at hava ávirkan.

Gott val!

Hervør Pálsdóttir

 

 

Fødd: 26. november 1995

Útbúgving: B.S.Sc. Í samfelagsvísindum (politikkur og umsiting)

Starvsroyndir:

2015-2016 fiskavirkið í Gøtu

2015-2018 starvsfólk í Smakka

2017-2019 studentahjálpari á Lestrarskrivstovuni á Setrinum

Aðrar Royndir:

  • 2018- forkvinna Unga Tjóðveldisins
  • 2016-2018 forkvinna í Socialistisk Ungdom i Norden 2016-2018
  • 2016-2018 ungdómsumboð í Norðurlandaráðnum (eygleiðari í vælferðarnevndini)
  • 2017-2018 forkvinna í MFS Føroyanevndini
  • 2017- Nevndarlimur og ein av stigtakarunum til Frítt Val 
  • Stigtakari til veðurlagsverkføllini í Føroyum