Altjóða samstarv

nordurlandaradid_samstarv

Tjóðveldi hevur frá byrjan lagt stóran dent á altjóða samstarv við flokkar og felagsskapir – serstakliga í norðurlendskum høpi og í Útnorði.

Tað var táverandi formaður floksins – Erlendur Patursson – ið á fyrsta sinni legði uppskot fram í Norðurlandaráðnum í 1976 um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í øllum norðurlendskum samstarvi.

Eisini tók Erlendur Patursson stigið til at seta á stovn Útnorðurráðið í 1985 millum Føroyar Ísland og Grønland, sum tá hevði heitið “Tingmannaráð Útnorðurs”.

Í dag samstarvar Tjóðveldi formliga í hesum altjóða samstørvum:

  • Ein samstarvsavtala varð í 1999 undirskrivað millum politisku flokkarnar Tjóðveldi úr Føroyum, IA (Inuit Ataqatigiit) úr Grønlandi og VG (Vinstrigrøna flokkin) í Íslandi. Flokkarnir samstarva um felags mál og taka lut í landsfundum hvør hjá øðrum.

Heimasíða hjá IA úr Grønlandi: http://ia.gl/

Heimasíða hjá VG úr Íslandi: http://vg.is/

  • Í 2008 fekk Tjóðveldi limaskap í tí norðurlendska felagsskapinum NGLA (Nordic Green Left Alliance), har flokkar úr øllum norðurlondum taka lut.
  • Tjóðveldi samstarvar við skotska tjóðskaparflokkin SNP (Scottish National Party)

Heimasíða hjá SNP: http://www.snp.org/

  • Tjóðveldi tekur ávísan lut í ráðstevnum og tiltøkum hjá felagsskapinum EFA – European Free Alliance. Hetta er felagsskapur samstarv millum demokratiskar flokkar, ið virka fyri fullveldi hjá tjóðum í Evropa, ið enn ikki hava skipað seg sum sjálvstøðug ríki.

Heimasíða hjá EFA: http://www.e-f-a.org/home/

 

(Mynd frá Norðurlandaráðsfundi í Stockhólmi. Myndaeigari: Norðurlendska Ráðharraráðið)